Mitsubishi Pajero er ein kendur og væl umtóktur jeepur, sum hevur verið á marknaðinum í mong ár. Pajero verður nógv brúktur av teimum sum hava serligan flutningstørv sum t.d. koyring á vánaligum vegi, ella tey hava brúk fyri einum bili til at draga ein tungan trailara sum t.d hestatransport.
Í tey 27 árini heimsins torførasta skipaða koyring, "Dakar Rally", hevur verið gjøgnumført, hevur eingin annar framleiðari av bilum, lastbilum ella motorsúkklum vunnið so nógv sum Mitsubishi. Teir hava tilsamans vunnið hesa koyring 10 ferðir, harav fimm tey seinastu árini á rað.
Í hesum sambandi hava Mitsubishi valt at marknaðarføra Grand Pajero í eini Dakar-útgávu, ið er ein væl útgørdur bilur. Bilurin hevur eisini fingið eina "facelift" við ymiskum broytingum sum t.d. nýggjum kølaragittari, stórum víðvinkul síðuspeglum eins og broytingum í kabinuni.
Í Dakar-útgávuni er Mitsubishi Grand Pajero eisini sera væl útgørdur við deilvís leðurkabinu.
Grand Pajero hevur ikki, eins og nógvir jeepar, leysa chassisrammu ið karossaríið er sett omaná, men sjálvberandi karossarí við innbygdari chassisrammu eins og flestu persónbilar. Hetta ger sítt til, at bilurin merkist so lættur at koyra, hóast hann vigar umleið tvey tons.
Umframt trygdarskipanir sum EBD, ELR, SRS, hevur Grand Pajero aðrar innbygdar trygdarskipanir sum t.d. MATC (Mitsubishi Active Traction Control). Talan er um antispinn- og stabilitetskontroll, sum forðar fyri at at hjólini fara at spola á hálum undirlagi, og minkar um vandan fyri at bilurin glíður út, um ferðin er nógv í svingum. Eisini er ein onnur skipan MASC (Mitsubishi Active Stability Control), ið regulerar og tryggjar bremsukraftina í svingum, stabilitet og neutralar koyrieginleikar.
Bilurin hevur automatgir, og motorurin er ein kvikur 4 syl. 3,2 litur turbodiesel við 160 hk. Grand Pajero fæst eisini í stytru útgávuni við 3-hurðum og sum Van.
Mitsubishi Grand Pajero Dakar 3,2 Di-D
Motorurin3,2 litur 4syl. turbodiesel 160 hk
0-100 km/t13,8 sek.
Oljunýtsla9,5 km/l
Dekkstødd265/65-17
Stødd og vekt
Longd480,0 cm
Breidd188,0 cm
Hædd185,0 cm
Eginvekt2.100 kg
Viðførisrúm415 / 1700 litrar
Prísurkr. 550.000,- ( 7-pers.)
kr. 310.400,- (Van) + MVG
SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo