Misvísandi upplýsingar um heimarøkt

Tað er misvísandi, tá ið Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, upplýsir í dag, at tørvurin á heimarøkt er nøktaður.

Tað sigur nevndin í felagnum, Eldrámálinum, sum varð stovna týskvøldið.

Nevndin hevur havt sín fyrsta fund í dag og har viðgjørdu tey upplýsingarnar, Annika Olsen hevur givið Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum í morgun.

Rósa Samuelsen, forkvinna í nevndini, sigur, at tað kom rættiliga óvart á nevndina, tá ið landsstýriskvinnan upplýsti, at tørvurin á heimarøkt er nøktaður.

Eldramálið vísir á, at hendan útsøgn er misvísandi.

- Veruleikin er, at tað, sum verður visiterað, als ikki svarar til tørvin hjá teimum einstøku eldru, ið búgva heima, sigur nevndin.

Annars fegnast felagið um, at Anniku Olsen sigur, at dentur skal leggjast á heimavenjing, tí tað eru nógv dømi um borgarar, ið eru vorðnir sjálvhjálpnir aftaná miðvísa heimavenjing.

Nevndin í Eldramálið hevur annars skipað seg í dag við Rúnu Sivertsen, sum forkvinnu, Hanne-Dot Ludvig er næstforkvinna og kassameistari og Betzy Ludvig er skrivari.

Fyrstu málini, nevndin fer at virka fyri, er, at tey avvaraðndi verða tikin við upp á ráð og at tilboðini verða lagað til tørvin hjá tí einstaka, bæði í heimarøktini, á røktarheimum og sambýlum.

Samstundis heldur nevndin at tað er neyðugt at fáa greiðar ásetingar um, hvussu nógv starvsfólk skulu vera á einum stovni, alt eftir, hvussu nógv búfólk eru.

Somuleiðis fer nevndin at kanna um tørvur er á eini eldravernd, sum minnir um barnaverndirnar, har fólk kunnu venda sær, eru viðurskifti, sum ikki eru ílagi.

Nevndin fer eisini at skriva út eina kapping um, hvussu felagið skal eita og hvussu búmerki skal vera.

Nevndin í Eldramálinum er annars, frá vinstru, Torkil Skála, Betzy Ludvig, Mary Antonsdóttir, Rúna Sivertsen, Hanne-Dot Ludvig, Tóra Tórgarð og Kirstin Simonsen. Myndin er tikin beint eftir at nevndin hevði skipað seg í dag.