Hóast hesin veruleiki er eyðsýntur, setti serfrøðin hjá Útvarpi Føroya nýggjársaftan kikararan fyri blinda eygað og róði upp undir, at høvuðstaðarøkið í uppstillingini til komandi løgtingsval er verri fyri, enn onnur øki í landinum.
Tí hesa kanska bersøgnu, men vælmeintu viðmerking.
Ein almennur fjølmiðil skal vera landafrøðiliga objektivur.
Tað undrar stórliga, at ÚF sum almennur fjølmiðil, soleiðis upp í saman letur ein av teimum heilt fáa serfrøðingunum, sum talaðu fyri, í eini handavending at seta grønlendsku valskipanina í gildi í Føroyum, einsamallan, ókritiskt viðmerkja fylgjurnar av somu vallógarbroyting.
Við røttum átti ÚF at latið ein av teimum mongu serfrøðingunum, sum ikki gleiðbeintir tóku undir við grønlendsku skipanini, givið hesum serfrøðingi hóskandi fakligt og hugsjónarligt mótspæl, ella í minsta lagi sett serfrøðinginum kritiskar spurningar, heldur enn passivt at halda mikrofonini, gloypa hvørjum bita og lata eintáttaða boðskapin fara út til lurtararnar.
Hettar út frá tí málsetningi, at eitt og hvørt mál eigur at verða lýst frá fleiri síðum, eins og landa-frøðiligur objektivitetur eigur at vera eitt minstakrav til ein almennan fjølmiðil sum ÚF.
Høvuðstaðarøkið yvirumboðað.
Ført varð fram í ÚF, at meðan 40 % av fólkinum býr í Tórshavnar Kommunu, eru 36 % av upp-stillaðu valevnunum til komandi løgtingsval úr Suðurstreymoy.
Tølini vísa púra greitt, at høvuðstaðarøkið harvið er yvirumboðað í atkvøðum pr. valevni. Við øðrum orðum, so er mest sannlíkt, at tað til komandi løgtingsval verða flest persónligar atkvøður pr. valevni í høvuðstaðarøkinum og harvið er eisini mest sannlíkt, at høvuðstaðarøkið fær lutfallsliga flest løgtingsumboð vald á ting.
Eftir at grønlendska valskipanin er sett í gildi og soleiðis sum uppstillað er, eru vit soleiðis komin eitt stig nærri støðuni, sum vit kenna hana í Grønlandi, har 19 av 31 landstingsumboðum í dag búgva í grønlendska høvuðstaðnum.
Men hvat sigur so serfrøðin ?
Jú, serfrøðin hjá ÚF setir kikaran fyri blinda eygað og kemur til tað einkisigandi niðurstøðu, at oman fyri nevndu prosenttøl vísa, at grønlendska valskipanin, sum beint undan løgtingsvalinum varð sett i gildi í Føroyum, ikki er ein forðing fyri, at valevni úti um landið verða vald á løgting.
Líka so einkisigandi kundi ein mótsatt loyvt sær at spurt serfrøðingin, hvørt hann eftir vallógar-broytingina hevði væntað, at als eingi valevni fóru at verða uppstillað úti um landið.
Hvørt endamálið við slíkari serfrøðingaútsøgn er at rættvísgera grønlendsku skipanina við burturforkláringum, skal verða ósagt. Útvarpsverturin eigur tó undir øllum umstøðum ikki at lata slíkan einkisigandi, eintáttaðan og harvið beinleiðis misvísandi boðskap fara út til lurtararnar.
Reingja av veruleikanum ella politiskt taktiskt bláoygni.
Tey, sum bara fylgja eitt lítið sindur við í politikki kunnu ikki annað enn fáa illgruna um, at taltulkandi serfrøðingurin hjá ÚF antin tilætlað beinleiðis reingir politiskt taktiska veruleikanum, ella er politiskt bláoygdur.
Hettar er bæði óheppi fyri serfrøðingin, ÚF og politisku skipanina sum heild.
Politisku flokkarnir í flestu økjunum kring landið hava nevniliga av taktiskum ávum roynt at uppstilla so fá valevni sum møguligt í egnum øki. Hettar í tann mun flokksleiðslurnar á Gamla Apoteki hava loyvt tí og ikki hava tikið lokalfeløgini av ræði.
Orsøkin til uppstillingarháttin er einføld. Jú færri valevnir eru at kappast um atkvøðurnar í einum øki, jú meira sannlíkt er tað, at økið, tá til stykkis kemur, fær best møguliga umboðan á løgtingi.
At tað hevur eydnast valfeløgunum í høvuðstaðarøkinum at stilla færri valevni upp enn aðra-staðni í landinum, kann so siga okkum nakað um flokspolitiska valdsbýtið í landinum.
Tað ber ikki til at dylja hendan veruleika fyri veljarunum, heldur ikki við serfrøðingahjálp.
Lat okkum tí í nýggja árinum heldur kalla ein spaka fyri ein spaka, fáa sum fragast burtur úr nýggju valskipanini, øllum landinum og øllum føroyingum til frama.
Á Tvøroyri 2. januar 2007.