Tað er líkt til, at bøndur á Norðurlandinum í Íslandi mistu millum 4.500 og 5.500 seyðir í kavaódnini, sum brast á tann 10. september. Tað er væl minni enn upprunaliga mett, tí av fyrstan tíð stúrdu menn fyri, at einir 10.000 seyðir vóru deyðir í stórkavanum.
Ringast var í Þingeyjarsýslu, og sambært Morgunblaðnum halda fólk har, at tey mistu meiri enn 3.000 seyðir í ódnarveðrinum.
Myndugleikarnir siga, at hóast tølini eru eitt sindur óviss, so er lítið at ivast í, at millum 4.500 og 5.500 seyðir doyðu í stórkavanum fyri hálvum øðrum mánað síðani.
Stjórnin hevur samtykt at lata bóndrunum endurgjald fyri missin.