Synd er at siga, at tað eru nógvir pengar í U21 fótbólti, í øllum førum ikki í mun til A-landsliðsfótbólt. Tað eru tó nøkur landslið, sum skapa meiri áhuga enn onnur, og týska U21-landsliðið, ið hevur hópin av stjørnum á liðnum, er eitt teirra.
Fleiri av spælarunum á týska liðnum hava umboðað síni feløg í bæði Bundesligauni og í Champions League í ár og tískil er eingin ivi um, at føroyska U21-landsliðið fær seg roynt, tá dysturin verður settur í gongd í kvøld.
U21-landsliðið hjá heimsmeistarunum úr Týsklandi vekir nógvan áhuga í Týsklandi og FSF var eisini um reppið at selja rættindini til at sjónvarpa dystin til Eurosport. Hetta gjørdist tó av ongum, og tí misti fótbóltssambandið eina kærkomna inntøku í samband við dystin.
- Eurosport sjálvt rindar ikki tað stóra fyri dystin, men um hann hevði verið vístur á Eurosport og tískil fyri týskum hyggjarum, høvdu vit møguliga selt nakrar fleiri lýsingar til dystin, sigur Hans Erik Danielsen og sigur, at samband millum annað var við ein týskan banka.
Eurosport boðaði tó frá, at tá alt kom til alt høvdu teir ikki rúm í sendiskrá síni og tískil var hetta av ongum.
- Ilt er at siga heilt neyvt, hvussu nógv vit kundu selt fyri, men eini hundrað, tvey hundrað, kanska trý hundrað túsund krónur er eitt boð, sigur Hans Erik Danielsen.
Sambært heimasíðuni hevur FSF selt yvir 300 atgongumerki til dystin í kvøld, so nakað av stuðuli verður til landsliðið, tá dysturin byrjar klokkan 17.30. Millum annað hevur fjepparafelagið Skansin boðað frá, at teir møta manssterkir til dystin.
Tey, ið ikki hava høvi at fara í Gundadal, kunnu antin lurta eftir útvarping av dystinum á Rás 2 ella hyggja at stroymingini á fsf.fo.