Fótbóltur
Líka síðani næst seinasta hóskvøld hevur tað ligið í luftini, at Colin Calderwood skuldi verða nýggjur føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti.
Men nú bendir alt á, at talan er um ein »Horst Wohlerst« hjá føroyska fótbóltssambandinum. Í Danmark munnu tey flestu minnast navnið á týska venjaranum, sum stóð á gáttini til at gerast danskur landsliðsvenjari. Ta ferðina var venjarin enntá við á tíðindafundi, men DBU og týska felag hansara komu ongan tíð ásamt um treytirnar fyri eina leysgeving, og tí gjørdist tað ístaðin Richard Møller Nielsen, ið gjørdist landsliðsvenjari.
Kom ongantíð
Hesa ferð kom tað tó ongan tíð somikið langt, at Calderwood var partur av nøkrum tíðindafundi.
Men á forsíðuni hjá Dimmalætting varð í gjár staðfest, at maðurin var ávegis til landið. Og hóast FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, ikki vildi seta navn á komandi venjaran, so staðfesti hann, at ein undirskrift helst kom á sáttmálan í vikuni.
Calderwood kom tó ongan tíð til Føroya. Í gjárkvøldið varð sagt, at tað var illveður í Onglandi, sum var orsøk til, at maðurin ikki fór úr Onglandi, men meira sannlíkt hava nakrir snøklar verið í seinasta partinum av samráðingunum. Samráðingar, sum altso eftir øllum at døma endaðu úrslitaleysar.
Kostic ella Serritslev
Tá FSF fyri 14 døgum síðani fór á fund um komandi landsliðsvenjaran, stóð greitt, at umframt Colin Calderwood vóru hini bæði nøvnini á seinasta stutta listanum danski Flemming Serritslev og íslendski serbin, Luka Kostic.
Tað er ikki greitt, um tað nú verður annar av hesum, sum verður landsliðsvenjari, men tað er tó nógv, sum bendir á, at FSF fyrst velur at seta seg í samband við hesar, áðrenn talvan verður vaskað heilt rein.
- Vit hava alla tíðina sagt, at vit arbeiða við málinum um nýggjan landsliðsvenjara. Tað eru ikki vit, sum hava sett navn á nakran kandidat, og tað gera vit framvegis ikki, sigur Høgni í Stórustovu í viðmerking til skrivið, sum er lagt á heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Merkir hetta, at tit nú byrja heilt av nýggjum?
- Nei. Vit staðfesta bara, at tað ikki verður í hesi vikuni, at venjarin verður settur. Vit hava jú gjørt eitt ávíst forarbeiði, og vit arbeiða víðari út frá hesum, er einasta viðmerkingin, sum Høgni í Stórustovu vil gera.
Undan fundinum hjá Starvsnevndini fyri tveimum vikum síðani varð sagt, at Flemming Serritslev var eitt navn, sum partur av starvsnevndini hevði góðan hug á. Og tí er sera væl hgusandi, at næsta telefonuppringingin úr FSF-húsinum er til hansara. So er spurningurin, um 61 ára gamli danin velur at taka av tilboðnum, sum helst stendur honum í boði nú.