KÍ-kvinnurnar iðraðu seg, eftir at tær høvdu spælt móti skotska Hibernian hósdagin. Stóran part av dystinum var tað nevnliga KÍ, sum var omaná. Kristina Eyðbjørnsdóttir meddaði bóltin í meskarnar eftir eitt gott álop fyri steðgin, og so ráddi um hjá KÍ at halda fast.
Skotsku vertirnir trýstu nógv, men fram til miðjan seinna hálvleik megnaðu KÍ-kvinnurnar tó at verja leiðsluna. Men hetta helt ikki í longdini, og tá Hibernian so í yvirtíðini skoraði sigursmálið, varð talan um stórt vónbrot hjá KÍ.










