Mistu javnleikin í síðstu løtu

Føroyingarnir vístu nógv betri avrik ímóti Belgia, enn teir gjørdu í fyrsta dystinum. Belgia skoraði síðstu sjey minuttirnar tvey mál við rimmar langskotum

U?19LANDSLIÐIÐ

Eftir 6?0 sekkin týsdagin ímóti Ukreina í fyrsta EM undankappingardystinum lúrdi vandin fyri rættuligum stórtapi, tá Belgia, sum undan kappingini varð mett at eiga besta liðið í bólkinum, hósdagin var mótstøðuliðið hjá føroyska U?19 landsliðnum í Tblisi í Georgia.
Men dystargongdin og úrslitið vóru fullkomuliga øðrvísi hesa ferð, enn tey vóru í fyrsta dystinum.
? Um vit sammeta dystirnar báðar, so ivist eg onga løtu í, at høvuðsorsøkin til at okkara spælarar ímóti Belgia vístu nógv betri hugburð, enn teir gjørdu ímóti Ukreina, og at teir seinnu ferðina stóðu sum ein maður, vóru væl skipaðir og vóru raskir í nærdystunum, fyrst og fremst var, at teir nú vóru væl betri fyri, heldur Jógvan Martin Olsen, venjarin.
Í 1. hálvleiki var spælið rættuliga javnt. Innanfyri tíggju minuttir miðskeiðis í hesum umfarinum stríddi føroyska liðið seg til trý hornaspørk:
? Tá vóru vit tætt við at fáa mál. Rasmus Nolsøe sendi eitt hornaspark innfyri úr høgru, sum Hanus Thorleifsson stútaði úr stuttari fjarstøðu, men tíverri fór bólturin framvið málinum, sigur venjarin.
Í 2. hálvleiki var taktikkurin hjá føroyingunum at liggja á egnari helvt, at leggja mestu orkuna í verjupartin og at dúva upp á snarálop.
? Liðið var sera væl skipað, og mótstøðumenninir megnaðu ikki at spæla seg til serligar møguleikar. Tá ið sjey minuttir vóru eftir, skoraðu teir við langskoti úr 30 metrum, og í næstsíðsta minutti skoraðu teir við langskoti úr 25 metrum. Talan var um framúr skot, sum eg ivist í, at spælararnir høvdu megnað næstu hundrað ferðirnar, um teir høvdu roynt aftur.
Jógvan Martin heldur, at Belgia, sum var í 4?3?3 útgávu, var tekniskt betri fyri, enn Ukreina var týsdagin.
? Eg havi einki at finnast at okkara avriki. Tað var optimalt. Leygardagin fáa dreingirnir nýggjan møguleika at vísa, at úrslitið týsdagin ikki vísti røttu myndina.
Mótstøðuliðið í dag klokkan 16 verður Georgia, sum hósdagin vann 2?0 á Ukreina.

Føroyska liðið var soleiðis mannað ímóti Belgia: Gunnar Nielsen, Frem ? Marni Djurhuus, EB/Streymur, Rasmus Nolsøe, Brøndby IF, Rani D. Christiansen, HB, Jústinus R. Hansen, NSÍ ? Hanus Thorleifsson, Skála (Bárður Danielsen, Skála, 70.), Símun Samuelsen, VB, Jann Ingi Petersen, liðformaður, B68, Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur (Magnus Skoralíð, GÍ, 68.) ? Bjarni Jørgensen, HB (Hanus Eliasen, ÍF, 75.), Rókur Jespersen, Brøndby IF