Landsliðsspælarin hjá KÍ, Atli Danielsen, var vónbrotin av 2. hálvleiki.
- Vit spældu ikki væl í 1. hálvleiki, men tá vóru vit vandamiklari enn teir, og vit kundu havt verið frammanfyri. Í 2. hálvleiki dettur tað sundur hjá okkum. Vit megna ikki at fáa tak á bóltinum, teir stýra fullkomuliga miðvøllinum, og tí verður tað til nógva renning eitt nú aftaná Jákupi á Borg, sum reikaði nógv og var sera vandamikil.
Hvør var orsøkin?
- Teir spældu rættuliga væl. Hjá okkum datt Sinisa Jovanovic heilt aftur í verjuna. Tað var ikki ætlanin, men soleiðis varð tað, tí teir spældu við trimum heilt frammi. Harvið gjørdist fjarstøðan millum miðvallararnar hjá okkum ov stór. Munurin gjørdist serliga eyðsýndur, tí teir vóru tættari og vunnu leingi so at siga allar returbóltarnar. Burtursæð frá góða møguleikanum, sum Hjalgrím fekk, so megnaðu vit ongantíð at spæla okkum til málmøguleikar. Tí var tað gott, at vit kundu javna eftir deyðbóltsstøðu, sigur Atli Danielsen, sum roknar við stórari avbjóðing á Eiði mikukvøldið:
- Tá skulu vit vísa heilt øðrvísi hugburð og avrik, um vit framvegis skulu vera ósigraðir.











