Mistu fína sveinastykkið á gólvið

Eftir at teir leingi høvdu verið oman á og høvdu havt risa møguleikar at leggja seg framum við trimum málum, stóðu teir í HB eftir við javnleiki, sum KÍ bjargaði sær í evstu løtu

Fótbóltur

Eftir 2-0 sigurin á grannunum í B36 var tað stóra sveinaroyndin hjá unga HB liðnum, tá ið teir sunnudagin vóru í Klaksvík. Sum 2. hálvleikur leið bendi alt á, at teir skuldu standa royndina til ta stóru medaljuna.
HB legði seg framum 2-1, tá ið Jákup á Borg, sum taldist millum teir mest eyðsýndu, royndi seg úr 25 metrum og eitt sindur úr vinstru. Meinhardt Joensen, sum annars var stinnur í KÍ málinum, lat bóltin fara inn við handara stólpanum.
Tá var seinna umfarið átta minuttir gamalt, og næstu longu løtuna vóru tað havnarmenninir, sum settu dagsskránna. Teir tordu at spæla ímillum sín, teir fluttu seg skjótt og nógv, og harvið sóu fleiri av klaksvíkingunum, sum higartil annars hava verið bragdligir, tungir og ikki heilt avstemmaðir út. Ikki minst í borðunum, har HB legði stórt trýst á. Heimamenninir taptu nógvar av nærdystunum, og tað var merkisvert, hvussu trupult annars bólttryggir spælarar høvdu tað, tá ið teir skuldu spæla frá sær.

Settust á dystin
Ólavur í Ólavstovu var sera eyðsýndur. Kári Nielsen var stinnur á verjukenda miðvallarplássinum, og Jovan Radinovic-Pancic, sum eftir steðgin loysti av í vinstra borði í trímanna álopinum, vísti seg at vera sannur fongur. Hann fall væl inn í samanspælið, og hann bæði dugdi og tordi at bjóða av ein móti einum.
HB spældi seg til møguleikarnar, sum áttu at borið tryggan sigur við sær, men teir vóru ikki nóg neyvir í avgerandi støðunum. Besta møguleikan fekk Rókur Jespersen í 57. minutti, tá ið hann royndi úr ellivu metrum. Meinhardt Joensen tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan. Rókur hevði eisini valt hesa síðuna, og skotið var ikki meiri sannførandi enn, at tað bar væl til hjá KÍ málverjanum at halda bóltinum.
Jákup á Borg, sum við fleiri dragingum í høgru var upphavsmaður til brotssparkið, fekk enn ein møguleika at økja um leiðsluna til tvey mál, og harvið at syrgja fyri, at øll stigini skuldu fara gjøgnum tunnilin.
Atli Danielsen, sum var tryggur í KÍ miðverjuni, slapp væl við gula kortinum, tá ið hann í irritatión yvir ófantaliga HB takling vardi við tí, sum minti um hevnisøku. Dómarin bríkslaði fyri frísparki átta metrar uttanfyri brotsteigin og eitt sindur til vinstru. Rasmus Nolsøe lyfti í besta Beckham stíli upp um manngarðin, og Meinhardt Joensen tveitti seg niður til stólparótina til vinstru fyri seg sjálvan. Hann megnaði at verja, men ikki at halda bóltinum, og so var Jákup á Borg fyrstur á returinum. Í staðin fyri upp í nettakið, sum ætlanin sjálvandi tóktist at vera, so sendi Jákup bóltin upp um málið! Tólv minuttir eftir og framvegis 2-1.
Gestirnir royndu at halda fram við álopssinnaða spælinum. Tríggir á toppinum, miðvallararnir bjóðaðu seg til, og Janus M. Joensen í vinstru, sum undan steðginum hevði havt tað trupult, var fleiri ferðir við í álopunum.
Síðstu løtuna gekk, sum tað so ofta ger, tá ið støðan er 2-1. HB gjørdist eitt vet varnari. Innskifti Oddmar á Lakjuni var fínur íblástur á KÍ miðvøllinum. Heimaliðið fór at vinna fleiri nærdystir, teir stríddu seg nakrar ferðir í nánd av HB málinum, og tá varð tað eins og í 1. hálvleiki staðfest, at verjan var at tosa við.
Og so var tað, at tað loysnaði hjá heimafólkinum kring vøllin, har tað ikki hevði verið serliga nógv at hoyrt frá teimum bláu í 2. hálvleiki. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið Iulian Florescu sendi fríspark úr høgru og til handara stólpan, har Paul Clapson, sum tað í orðsins sanna týdningi hevði haltað hjá, við høvdinum sendi bóltin í nettakið. 2-2, og eitt stig í part. Fullkomna sveinastykkið, sum unga HB liðið var um at gera liðugt, hevði fingið í teirra eygum keðiliga skeinu, sum bar við sær, at próvtalið gjørdist tvey minni, enn tað annars hevði sæð út til, at tað skuldi gerast.

Doyvandi dovisligt
Stóran part av fyrra umfarinum var tað púrt einki, sum bendi á, at hetta vóru tvey av roknaðu toppliðunum.
HB fekk fyrsta málið eftir lítið korter. Langskotsroynd hjá Kára Nielsen varð blokerað. Jákup á Borg var vakin, fekk tak á, legði út frá, og Páll M. Joensen sendi í málið.
Málið setti futt í KÍ, sum setti seg á alt meiri, og eina løtu eydnaðist tað at broyta frá planleysari gypping og til við longum sendingum at brúka breidd og dýpd. Serliga Hjalgrím Elttør var hesa løtuna væl upplagdur í høgra borði, har hann ferð eftir ferð megnaði at leggja innfyri málið.
KÍ fekk ov lítla nyttu burtur úr innleggunum. Paul Clapson var ikki hundrað prosent, og miðvallararnir komu ikki nóg skjótt í brotsteigin. Heðin á Lakjuni javnaði til 1-1 í 19. minutti, eftir at Hjalgrím Elttør og Marek Wierzbicki høvdu staðið fyri uppspælinum, og havnarmenn høvdu verið gávumildir undir málinum. Lítla løtu seinni var uppskriftin tann sama, men tá fór royndin hjá Heðini skeivu megin stólpan.
Eftir steðgin hevði KÍ risa møguleika at leggja seg á odda. Eftir HB horna og langt útspark gjørdist Hjalgrím Elttør leysur. Hann royndi seg við skoti, men skuldi heldur havt spælt upp á tvørs til púra nakna Paul Clapson. Í næsta HB álopinum varð Jákup á Borg feldur. HB fekk einki burturúr brotssparkinum. Teir hildu fram at trýsta, uttan at teir fingu nakað burturúr, og so var tað, at Paul Clapson bjargaði fótbóltshýrinum í Klaksvík, og sveinastykkið hjá ungu HB spælarunum ikki gjørdist so framúr, sum tað leingi tóktist at skula verða.