Mistu aftur eina stafett

Aftur mikudagin misti føroyska svimjiliðið eitt heiðursmerki.

Hesa ferð var tað stafettin hjá kvinnum, sum varð kolldømd, tí ein tjóvstartur hevði verið á vegnum.

Føroyska liðið kom annars á mál á einum tryggum oddasessi, men fagnaðurin var skjótt av, tá tað frættist, at dómararnir gjørdu vart við tjóvstartin, sum hevði verið. Ístaðin fór gullið á teininum til Jersey.

Soleiðis hava Føroyar mist tvær stafettir, harav onnur heilt víst svam seg til gullið. So hóast fagnaðurin er stórur í føroysku leguni, so er einki at ivast í, at svimjararnir eisini iðra seg um tað, sum kundi verið.

 

---

 

Poula setti met

 

Poula Ø. Mohr setti nýtt juniormet í 100 frí, tá ið hon sum fyrsti svimjari í 4x100 frí svam teinin uppá 59.38 sekund. Poula átti sjálv juniormetið á 1:00.15, og gjørdist harvið fyrsta føroyska juniorgenta undir minuttin á 100 metra teininum, hóast hon ikki hevur veruligan junioraldur fyrr enn í 2010.?