Mistu 20 pláss á seinasta degnum

Føroyska talvlandsliðið endaði nummar 101 á talvolympiaduni

Føroyar taptu seinasta landsdystin á talvolympiaduni í Aserbaijan í gjár. Mótstøðuliðið var Svøríki, sum er styrkismett sum nummar 38 í kappingini, og svenskarar vunnu heili 4-0 á føroyska liðnum.


Hetta hevði við sær, at Føroyar duttu frá 81. plássi og niður á 101, sum gjørdist endaliga støðan hjá Føroyum. Tað varð roknað sum eitt lítið vónbrot. Heimasíðan hjá Talvsambandinum skrivar:

- So aftarlaga hava Føroyar ikki verið í allari kappingini – eitt skifti vóru Føroyar nummar 47 – men eftir stendur, at Føroyar gjørdust nummar 101 av 180 londum. Men endaliga plaseringin er ikki alt. Nógv annað er at frøast um. Vit høvdu góðar dystir og góð úrslit – sigurin á Bosnia-Herzegovina var eitt satt bragd. Men tað, sum fer at gera hesa olympiaduna øðrvísi enn allar aðrar, er sjálvsagt tað, at Helgi Dam Ziska við heilt framúrskarandi úrsliti á 1. borði ognaði sær heitið sum stórmeistari – fyrsti føroyingur við hesum fína heiti.


Fyri fyrstu ferð í 40 ár vann USA talvolympiaduna.