Mistrivnaður kannast

Arbeiðsbólkur við samfelagsfrøðingi á odda skal nú kanna, hví lærarar støðast so illa í føroyska fólkaskúlanum

 

FÓLKASKÚLIN

Føroyski fólkaskúlin krevur í dag væl brynjaðar og eldhugaðar lærarar. Lærarar, sum brenna fyri sínum yrki og børnum ikki minst. Men tað er ein sannroynd, at nógvir lærarar mistrívast, ónøgdin er stór og fleiri leita eftir øðrum avbjóðingum ella nýggjum íblástri uttan fyri skúlan. Føroya Lærarafelag tekur hesar álvarsomu ábendingarnar í ramasta álvara. Á nevndarfundi í felagnum í seinastu viku var málið á skránni. Røtt varð um, hvussu farast skal fram í hesum so átrokandi máli. Samtykt varð at seta arbeiðsbólk við einum samfelagsfrøðingi sum samskipara, formanni felagsins og umboðum fyri ymiskar skúlastøddir millum álitisfólk felagsins.

At mistrivnaðurin er vorðin so sjónligur seinnu árini, kemst av eini samanrenning av, at játtanin til undirvísingina er ov lítil á hvørjum ári, at skúlarnir ikki fáa fylgt nýggju fólkaskúlalógini, og at fleiri og fleiri truplir næmingar eru í skúlanum, sum gera arbeiðið hjá lærarum møtimikið. Onnur viðurskifti gera eisini sítt til, at lærarar ikki støðast væl í lærarayrkinum, eitt nú at teir í størri og størri mun eru noyddir at átaka sær uppalingarligu uppgávuna yvir fyri næmingum.

- Vánaliga fíggjarstøðan ígjøgnum øll nítiárini hevur gjørt, at øll húka á knøunum. Øll eru í døpurhuga. Vit vita, at nógvir lærarar høvdu stungið í sekkin, um teir ikki brendu fyri fólkaskúlanum. Einasta orsøkin til, at tey eru verandi, er, at hjarta teirra brennur fyri fólkaskúlanum og børnunum, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

Enn er ov tíðliga at siga, hvussu umfatandi arbeiðið í bólkinum verður, og nær tað verður liðugt.

Mistrivnaðurin millum lærarar er ikki ókendur í Mentamálastýrinum. Í viðtali í blaðnum í síðstu viku segði Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, at tað er sera umráðandi at taka hesar ábendingarnar í álvara.

- Vit eiga at lurta eftir lærarum og gjølliga umhugsa, hvat vit eiga at gera fyri at venda gongdina, segði hann.