Maðurin, sum er mistonktur fyri við vilja at koyra á nakrar hermenn í útriðini av París í morgun, er nú handitin
Maðurin hevði eftir øllum at døma kós ímóti Calais, har samband er til Stórabretlands.
Franska løgreglan heldur seg hava skotið og handtikið gerningsmannin, sum í morgun koyrdi á seks hermenn í forstaðnum í París, Levallois-Perret.
Franski forsætisráðharrin, Édouard Philippe, váttar, at tann handtikni er tann sami maðurin, sum fyrr í dag koyrdi á hermenninar.
Handtøkan varð framd á motorvegnum norðan fyri París.
Gerningsmaðurin varð særdur av skotum undir handtøkuni, siga keldur fyri AP tíðindastovuni.
Men tað er ikki greitt, hvussu heilsstøðan hjá manninum er.
Eygnavitni hava stutt síðani greitt frá, at ein BMW við skotholum var steðgaður á staðnum, og at fleiri sjúkrabilar vóru boðsendir.
Bilførarin, sum koyrdi á teir seks hermenninar í Levallois-Perret, flýggjaði av staðnum í einum myrkum BMW.
– Talan var »uttan iva« um eina tilvitaða atsókn, segði borgarstjórin, Patrick Balkany.
– Hetta er eitt andstyggiligt álop, segði hann fyr í dag við fronsku sjónvarpsstøðina BFM TV.
Tann handtikni er sambært AFP tíðindastovuni síðst í tríatiárunum. Hann varð handtikin í eftirlýsta bilinum – allarhelst við kós ímóti Calais, har sambad er til Stórabretlands.
Enn er ikki greitt, hvørja orsøk maðurin hevði til at fremja álopið.
Men antiyvirgangsdeildin hjá løgregluni í París kannar í løtuni málið.
Tríggir av teimum seks hermonnunum hava fingið álvarsaman skaða.
/ritzau/










