Mistið hjólið á ringvegnum

Seint seinnapartin í dag var ferðslan fram við Magnstøðini á Eystara Ringvegi órógvað av einum bili, sum stóð mitt á vegnum – á trimum hjólum

Seint seinnapartin í dag var ferðslan fram við Magnstøðini á Eystara Ringvegi órógvað av einum bili, sum stóð mitt á vegnum – á trimum hjólum.

 

Bilførarin hevði eftir øllum at døma verið óheppin og mist vinstra forhjól, og tí vórðu boð sent eftir flutningshjálp, so bilurin kundi flytast av staðnum, og ferðslan aftur ganga ótarnað.