Misti stóran stálplanka úr lastini

Bilførarin verður nú skuldsettur

Í gjáramorgunin fór ein treylari koyrandi eftir vegnum norðan fyri, tá ið hann misti ein stóran og tungan stálplanka úr lastini, á vegin. Hann varnaðist sjálvur óhappið og fekk boðað frá, tí plankin var til stóran vanda fyri ferðsluna.

Løgreglan fekk hildið ferðsluni norðan eftir aftur og bilførarin kláraði sjálvur at fáa plankan av vegnum, áðrenn nakar koyrdi á hann.

Men tað er álvarsligt, tá ið bilar missa lutir úr lastini, tí tað kann skjótt kosta bilføraranum koyrikostið og bilførarin í gjár verður eisini skuldsettur fyri at hann ikki hevur tryggjað lastina nóg væl.

Annars fór ein bilur út av í hálku á Oyggjarvegnum á miðdegi og í Gøtu fingu tveir bilførarar bót fyri at hava koyrt ávikavist 67 og 68 kilometrar um tíman. Ein bilførari fekk eisini bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi.