Um hálvgum átta tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá einum báti, ið hevði fingið trupulleikar í Nólsoyarfirði.
- Báturin hevði mist skrúvuna út fyri Nólsoynna. MRCC fekk boðini, og Rescue Lív bleiv sendur at hjálpa. Tað var ikki serliga gott veður, men tað eydnaðist at sleipa bátin til Nólsoyar í øllum góðum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Sjey mans vóru umborð á bátinum, tá teir mistu skrúvuna, men vakthavandi upplýsir, at eingin vandi var á ferð.