Lokalblaðið í Tromsø, Nordlys, fortaldi í gjár eina søgu um ein ryggsekk, sum var endaður á skrivstovu teirra.ur
Ein Tromsøværing, sum teir nevna seg sjálvir, var komin á gátt, tí hann hevði funnið ein ryggsekk í miðbýnum, yvirhav Kystens Hus í Tromsø.
Í ryggsekkinum frá Eik lógu millum annað ein iPadur, eitt pass og bláa bók.
Ronny Soleng, sum fann ryggsekkin, fór tí til blaðið við ryggsekkinum í vón um, at tey kundu hjálpa honum at finna rætta eigaran.
Tá in.fo ringdi til Nordlys í morgun fyri at fregnast nærri um søguna, fortaldi vakthavandi á norska blaðnum okkum, at eigarin var funnin.
- Tað var ein gleðilig samanføring á flogvøllinum. Eitt av okkara tíðindafólkum koyrdi út á flogvøllin við ryggsekkinum og blakaði hann gjøgnum trygdargeiran. Rætti eigarin stóð altráur og bíðaði, tí flogfarið skuldi avstað 20 minuttir seinni. Hann fekk tíbetur bæði pass, bláu bók og iPad og ryggsekk við sær víðari.










