Misti oyrað í fyrsta dystinum

Ein franskur fótbóltsleikari var í gjárkvøldið úti fyri einari merkisvendari hending

Fyrrverandi franski landsliðsleikarin, Jeremy Menez, skifti fyrr í hesi vikuni frá AS Roma til franska felagið, Bordeaux.

 

Í gjárkvøldið spældi Jeremy Menez sín fyrsta dyst fyri nýggja franska felagið, og sigast má at hann fekk eina minningarríka debut.

 

Hann var nevniliga so óheppin, at hann misti eitt petti av oyranum, tá ein mótstøðuleikari traðkaði á oyra hjá Jeremy Menez, meðan hann lá niðri.

 

Eftir dystin varð Jeremy Menez skurðviðgjørdur, soleiðis at oyrað varð seymað á aftur.

 

Sanniliga ein merkisverd debut fyri 29 ára gamla franskmannin, sum er skrásettur fyri 24 landsdystir fyri Frakland.