Misti nummarplátuna í óhappinum

Í gjárkvøldið rendi ein bilur á ein garð við barnagarðin á Vegnum Langa.

Garðurin fekk stóran skaða, men bilførarin gjørdi ikki mætari enn at hann stakk av og koyrdi víðari.

Onkur sá tilburðin og boðaði løgregluni frá.

Tá ið løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at bilførarin hevði verið so "óheppin, at nummarplátan var dottin av bilinum í óhappinum og lá á beint við.

Sostatt var einki fyri hjá løgregluni at finna eigaran og hann varð tikin á bústaði sínum eina løtu seinni.

Løgreglan sigur, at maðurin var dýrandi fullur so tað málið fær eitt dýrt eftirspæl fyri hann.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt.

Tvær ferðir er løgreglan boðsend í sambandi við harðskap.

Talan er um menn, sum eru farnir til hendurs og onkur er sligin og hevur meldað.

Í tí eina førinum veit løgreglan, hvør harðskapsmaðurin er og hann fer løgreglan at seta seg í samband við seinni í dag.

Í hinum førinum kannar løgreglan málið.