Tað er helst trupult at koma verri fyri enn lattiski arbeiðsmaðurin, sum skuldi heim at halda jólafrí, eftir at hava arbeitt eina tíð í Noregi.
Í farnu viku var hann á heimleið, tá hann brádliga kendi, hvat tað vil siga at standa uttan eina fulla mappu av peningi.
Norska løgreglan hevur fingið fráboðan um stuldurin. Tað er ikki hvør sum helst stuldur, tí maðurin hevði tikið út peningin, ið svarar til eina ársløn í heimlandi sínum - fleiri 10.000 norskar krónur.
Fríggjadagin í farnu viku vóru hann og ein vinmaður farnir í bankan eftir allari teirri uppspardu lønini, áðrenn leiðin varð løgd oman á jarnbreytarstøðina í Voss.
Her skuldi maðurin keypa sær okkurt heim við til jólar, men tá hann skuldi rinda fyri vøruna, var eingin mappa.
Bilurin var ólæstur, tá maður kom aftur til hann, og hann minnist ikki, um hann læt mappuna liggja eftir í bilinum, ella um hann kann hava mist hana á vegnum.
Tíbetur fyri mannin fekk hann januar-lønina í forskoti, soleiðis at hann slapp heim at halda jól. Men hetta er kortini lítil troyst í mun til tann stóra missin, hann var úti fyri.