Misti koyrikortið millum Fjarða

Ein 20 ára gamal drongur misti í gjárkvøldið koyrikortið

Í gjárkvøldið var politiið úti í Eysturoynni og gjørdi ferðmátingar.

 

Ein 20 ára gamal dongur bleiv tikin fyri at koyra ov skjótt millum Fjarða norðan fyri bergholið. Drongurin koyrdi 120 km/t, har mest loyvda ferðin er 80 km/t. 

 

- Drongurin fær treytaleysa frádøming av koyrikortinum, og tað vil siga, at hann skal upp í nýggja koyriroynd og teori, sigur vakthavandi á Politistøðini.

 

Allan fyrrapartin í gjár var politiið eisini úti og gjørdi ferðmátingar og kannaði, um bilførarar høvdu drukkið. Eingin bleiv skuldsettur hvørki fyri ov nógva ferð ella rúsdrekkakoyring.