Misti koyrikortið fyri at missa fiskakassa av lastini

Ein lastbilur misti fiskakassa av lastini, sum rakt ein mótkoyrandi bil

 

Í gjár varð boðað frá ferðsluóhappi á Hvítanesvegnum undir Keypsamtøkuni í Hoyvík. Ein mótkoyrandi lastbilur misti fiskakassar av lastini. Ein kassi rakti ein mótkoyrandi í forrútin, sum fór í knús.

– So fóru vit at kanna, hvør tað mundi vera, og viðkomandi varð funnin og skuldsettur, sigur vaktleiðarin á politstøðini.

Slíkt brot á ferðslulógina gevur treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

– So tað má vera ein áheitan á øll um at spenna lastina fasta. Tíbetur hendi bara materiellur skaði av hesum, forrúturin brotnaði og síðuspeglið og okkurt annað, sigur vaktleiðarin.

Í gjár kom eisini ein fráboðan til løgregluna um, at olja var á vegnum úr Sørvági til Sandavágsháls. So mikið nógv, at Landsverk mátti út at spula vegirnar. 

Eisini av Oyggjarvegnum kom ein fráboðan um olju á vegnum frá Gellingarkletti og norður í Kollfjarðadal.