Misti koyrikortið á staðnun fyri at koyra svakt

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í nátt

Beint eftir midnátt í nátt var løgreglan á ferð við ferðmátaranum at kanna ferðsluna. Tað var hált, so heldur enn at vera úti á vegnum, góvu løgreglufólkini seg til støðu inni í Norðskálatunlinum.

Og har tóku tey ferðina á einum bili sum koyrdi heilar 145 kilometrar um tíman.

Løgreglan sigur, at bilurin varð steðgaður, og bilførarin misti koyrikortið á staðnum. Sostatt fór løgreglan við koyrikortinum, og bilførarin mátti lata bilin standa, og fáa onkran annan at koma eftir bæði sær og bili.

Aftur at tí fær hann nakrar túsund krónur í bót.

Annars var eitt ferðsluóhapp við Norðskálatunnilin stutt framman undan. Tað var eystarumegin tunnilin, at ein bilur var á veg suður eftir, men í tí síðsta svinginum inn í tunnilin, koma bilurin ov langt út í síðuna, og endaði í kavanum, sum liggur fram við vegnum. Tískil misti bilførarin tamarhald á bilinum og hann endaði í bilaverjuni.

Løgreglan sigur, at bilurin fekk rættiliga stóran skaða og mátti sleipiast burtur, men bilførarin fekk einki mein.