Misti koyrikortið á staðnum fyri at koyra svakt

Løgreglan hevur gjørt nógv burtur úr at kannað ferðsluna

Hesar seinastu dagarnar heur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna, og tað hevur ikki verið til fánýtis, tí fleiri bilar eru tiknir. Fyro at koyra ov skjótt.

Og serliga tann eini bilførarin koyri so svakt, at hann misti koyrikortið á staðnum, og sostatt mátti hann seta bilin, og fara til gongu, ella hann fekk onkran at koma eftir sær.

Hann varð nevniliga tikin í gjárkvøldið fyri at koyra 144 kilometrar um tíman á vegastrekkinum Millum Fjarða, har tað annars er loyvt at koyra 80.  

Í sama viðfangi varð ein annar bilførari eisini tikin, men hann koyrdi 108 kilometrar um tíman á sama vegastrekki og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið.

Í gjár fekk ein annar bilførari eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra beint yvir 70 kilometrar um tíman í bygdum øki í Søldafirði, har tað er loyvt at koyra 50, og ein annar fekk bót fyri at koyra næstan 70 á sama vegastrekki.