Í nátt var løgreglan ymsastaðni og gjørdi ferðslukanningar og tað kostaði einum ungum bilførara koyrikortið.
Tað var Millum Fjarða, at løgreglan máldi ferðina hjá einum ungum bilførara til at vera 169 kilometrar um tíman.
Tað er bara loyvt at koyra 80, so hetta var so mikið nógv yvir markið, at bilførarin misti koyrikortið á staðnum.
Sostatt mátti hann lata bilin standa og finna sær aðrar útvegir fyri at sleppa til húsar aftur.