Ein ungur maður sleppur ikki at taka koyrikortið aftur fyrrenn á hásumri í 2014.
Tað hevur Føroya Rættur avgjørt.
Harafturat skal hann rinda 8.000 krónur í bót, umframt at hann skal arbeiða fyri onki í eina viku.
Tað er hetta, tey kalla samfelagstænastu og tað merkir, at hann skal gera okkurt samfelagsgagnligt arbeiði í 40 tímar, ólønt.
Men ger hann nakað revsivert hesi bæði næstu árini, skal hann eisini í fongsul í 40 dagar fyri tað, hann longu hevur gjørt, umframt revsingina fyri tað nýggja lógarbrotið.
Tilsamans misti hann koyrikortið í fimm ár, men tað er galdandi frá 8. august í 2009, tá ið hann misti tað fyrstu ferð.
Slapp væl
Hóast hetta er ein rættiliga umfatandi revsing, heldur maðurin ivaleyst, at hann er væl sloppin, tí stóð tað til ákærvuvaldið, hevði hann ikki fingið koyrikortið aftur fyrrenn um eini seks ár.
Ákærin helt, at dómurin skuldi vera so strangur, tí tað var ikki smávegis lógarbrot, maðurin hevði gjørt
Hóast hann ikki hevur havt koyrikort í meiri enn gott og væl tvey ár, er hann longu tikin fleiri ferðir fyri óforsvarliga koyring og fyri at koyra ávirkaður av bæði rúsdrekka og rúsevnum.
Fyrst fekk hann koyriforboð fyri at hava koyrt ov skjótt og fyri at hava yvirhálað ein bil høgrumegin.
Tíverri fyri hann, var talan um ein politist, sum var á veg heim av vakt, men tann vaktin varð brotin og maðurin tikin og skuldsettur.
Síðani varð hann tríggjar ferðir upp í slag tikin fyri at koyra við góðari kenning. Ta einu ferðina var hann enntá ávirkaður av bæði rúsdrekka, hassji og amfetemini.
Tá endaði tað eisini galið, tí hann rendi á ein garð, men varð tikin.
Tá ið løgreglan kom á staðið, royndi hann at billa teimum inn, at bilførarin var rýmdur av staðnum.
Men eitt vitni hevði sæð hann koma bóltandi út ígjøgnum vinstru framhurð á bilinum, so tað fekk hann heldur ikki smoygt sær undan.
Umframt alt hetta, hevur løgreglan nakrar ferðir funnið smáar nøgdir av rúsevnum uppi á honum.
Verjin hjá manninum heitti á rættin um at vera lagaligan, tí maðurin hevði tikið betri partar fyri seg. Hann hevði tikið eina útbúging og var nú í ferð við at byggja oman á hana.
Sjálvur stúrdi maðurin mest fyri at, at hann bleiv noyddur klára seg við ongum koyrikortið so leingi í eini seks ár afturat, men nú kann hann so seta kross í 8. august í 2014, tí tað kann aftur seta seg aftanfyri rattið.