Misti koyrikortið beinanvegin

Løgreglan gjørdi ferðmátingar í nátt

Aftur í nátt gjørdi løgreglan ferðmátingar og hesa ferð vóru tey Millum Fjarða. Har koyrdu øll hampuliga – uttan ein bilførari, sum afturfyri koyrdi alt ov skjótt. Hann koyrdi 137 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so hann misti koyrikortið treytaleyst. Løgreglan sigur, at talan var um ein ungan bilførara, sum annars akkurát hevði fingið koyrikortið.

Annars var friðarligt í nátt. Rúturin í einum handli í miðbýnum í Havn varð brotin í nátt, men løgreglan veit hvør tað er, sum breyt hann og viðkomandi verður avhoyrdur í dag.