Misti fiskiloyvið í ein mánað

Fyri at verja toskin í Kattegat, hava danskir og svenskir myndugleikar í felag stongt leiðir í Kattegat fyri allari veiði, samstundis sum eftirlitið í økinum er skerpað. Tað er ikki bara í Føroyum, at skip missa fiskiloyvið fyri ólógliga veiði.

Herfyri tók Fiskiveiðieftirlitið nevniliga fiskiloyvið frá einum føroyskum línubáti, tí hesin hevði heili 43% av ungfiski í lastini.

Í fyrsta lagi hevði skipið ein alt ov stóran part av ungfiski, og haraftrat hevði skipið ikki hildið fráboðanarskylduna um ungfisk.

Fiskiveiðieftirlitið hevur áður tikið fiskiloyvið frá onkrum útróðrarbáti, sum hevur havt ov nógvan ungfisk uppi í veiðini, men hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at loyvið verður tikið frá einum av teimum størru línubátunum.

At fiskiloyvið verður tikið, merkir, at skipið als ikki kann fara til fiskiskap í 14 dagar, hvørki undir Føroyum, ei heldur undir Íslandi.

Fyri eini tíð síðan misti eisini ein danskur bátur fiskiloyvið í ein heilan mánað, tí báturin var í holt við fiskiskap á stongdari leið í Kattegat.

Hetta førdi til, at danski fiskimálaráðharrin heitti á fiskiveiðieftirlitið um at taka fiskiloyvið frá bátinum í ein heilan mánað.

Fyri at verja toskin, hava danskir og svenskir myndugleikar í felag stongt leiðir í Kattegat fyri allari veiði. Tað hevur nevniliga víst seg, at bátar hava gjørt sær dælt av stongslinum, og tí hava myndugleikarnir í Danmark og Svøríki skerpað eftirlitið í økinum.

Danski báturin missir eisini rættindini til ta nøgd av fiski, sum hann annars hevði loyvi at fiska hendan mánaðin, sum fiskiloyvið verður tikið.

Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Fiskeriforening.