Misti fingur í breyðmaskinu

Ein 14 ára gomul genta, sum arbeiddi í einum bakaríi í Norðurjútlandi, kom illa fyri, tá trygdarmekanisman í einari breyðmaskinu sveik.

Ein 14-ára gomul genta misti ein fingur á síni høgru hond í einari breyðmaskinu, meðan hon var til arbeiðis hjá Haals Bageri í Klarup i Norðurjútlandi.

 

Sambært nordjyske.dk hendi tilburðurin, tá gentan stakk hondina niður í breyðmaskinuna. Umframt at missa ein fingur, meiðslaði gentan eisini tveir aðrar fingrar.

 

Eftir hendingina varð hin 14-ára gamla beinanvegin flutt á Odense Universitetshospital, har serlæknar tóku sær av hondini og fingrunum.

 

Tilburðurin í bakarínum í Klarup hendi hin 6. januar í ár, men tað er ikki fyrr enn nú, at hendingin kemur fram í ljósið, eftir at nordjyske.dk hevur søkt um innlit í málið.

 

Eigarin av bakarínum er rættiliga órógvaður av hendingini og sigur seg hugsa nógv um gentuna. Hann heldur tað vera ræðuligt at hava ábyrgdina av einum slíkum skaða, og hann viðgongur, at gentan átti ikki skuld í hendingini.

 

- Hendingin er 100 prosent mín ábyrgd sum arbeiðsgevari, og eg taki fulla ábyrgd av, at ein trygdarmekanisma í breyðmaskinuni sveik, sigur hann.

 

Eftir tilburðin fekk bakaríið fleiri átekningar frá Arbeiðseftirlitinum, og eitt nú fekk bakaríið boð um ikki at lata 13-15 ára gamlar gentur, sum arbeiða hjá Haals Bageri, sleppa at arbeiða við slíkum vandamiklum maskinum.

 

Sum skilst, kann Haals Bageri nú rokna við, at Arbeiðseftirlitið meldar umrødda mál til løgregluna.