Misti betongelement á bryggjuna

Eingin mansskaði hendi, tá farmaskipið Nordvik hjá Nordlink misti eitt stórt og tungt betonselement niður á bryggjuna undir lossing í Prostneset í Troms í Noregi mánakvøldið.

Jøran Bugge hjá løgregluni í Troms sigur við tromso.no, at óhappið hendi, tí at veirurin í einum krana á skipinum slitnaði. Hann sigur, at skaðin kundi verðið størri, tí tað vóru sterkar kreftir, sum gjørdu seg galdandi her, sigur hann.

Jøran Brugge sigur, at løgreglan hevur skrásett hendingina, og at málið er latið arbeiðseftirlitinum.