Mistar ella vunnar íløgur í útbúgving

Jóhan Bech Húsgarð, Næstformaður í HUXA
-----

Eru vit lesandi ein veikur ella sterkur samfelagsbólkur?
Tað er skapt ta mytu, at vit ungu lesandi eru óhjálpin og mugu verða studd og stuðlað inn í manndómin.
Vit halda tvørturímóti, at ung lesandi eru ein sterkur samfelagsbólkur, sum við okkara útbúgving kann og skal lyfta og føra samfelagið frameftir.
Tí ræður um at svæva mytuna um, at vit lesandi einki megna sjálvi og tí mugu liva av lestrarstuðuli, til vit eru 25-30 ára gomul.
Vit borgarligu halda tað vera rætt og rímiligt, at vit velja at gera ÚSUN og aðrar stuðulskipanir um til lestrarlán.
Føroyar missa nógvan pening í lestraríløgum, tá ungir føroyingar fara uttanlands, at lesa fyri studning og velja ikki at koma aftur at búgva og virka. Fráflytingin hóttir okkara samfelag.
Ein urtagarðsmaður, sum ókeypis plantar blómur, trø og frukt í havanum hjá kappingarneytanum, fer skjótt á heysin. Okkara stuðuls- og útbúgvingarskipan koyrir okkum á heysin.
Ov nógv ung fara undir eina útbúgving, við tí fyri eyga at skifta útbúgving. Eitt lestrarlán frá ÚSUN hevði eggjað ungum til at velja rætta útbúgving fyrstu ferð og at velja eina útbúgving, ið hevur starvsmøguleikar fyri eyga.
ÚSUN kundi havt heimild at avskriva lestrarskuld skjótari, um okkara útbúnu komu aftur til Føroya at virka í ávíst áramál.
Ein lángrundað skipan, hevði verið útreiðsluneutral fyri landskassan. Hetta vildi minka trýstið á landskassan, sum í dag oysir pengar í eitt botnleyst kar.
Smærri játtanir til m.a. ÚSUN høvdu hjálpt til eitt lægri skattatrýst, enn vit hava. Lægri skattur ger, at fólk betri skjótari klára at rinda lestrarlán aftur, tá tey eru komin á arbeiðsmarknaðin.
Allastaðni í heiminum gongur sjón fyri søgn, at lágt skattatrýst er við til at skapa og menna nýggjar vinnur. Gransking fylgir í kjalarvørrinum á vøkstri. Hetta er besti mátin at skapa arbeiðspláss til tey nýútbúnu.
Fleiri grannalond, Noreg og Ongland, hava lagt lestrarstuðul um til lestrarlán.
Teirra royndir vísa, at lesandi verða skjótari liðug við útbúgvingina, fáa betri úrslit og megna lættari at bróta tann sosiala arvin, um hann hevur verið ein forðan.
Verandi skipan hevur við sær eina rúgvu av mistum útbúgvingaríløgum. Eitt lestrarlán hevði verið við til at bjarga stórum samfelagsognum.