Nú er tíðin komin, til at eg fari at leita mær nýggjar avbjóðingar. Eg sigi meg við hesum úr starvi.
Hevði hetta verið ein vanlig uppsøgn, og nýggju avbjóðingarnar ikki vóru eitt nýtt starv beinanvegin, so hevði uppsøgnin ført við sær karantenu í fýra vikur, áðrenn ALS tók við og veitti tær arbeiðsloysisstuðul, í mesta lagi 17.500 krónur um mánaðin.
Men orðingarnar eru tiknar úr uppsøgnini hjá stjóranum fyri ALS. Og tá galda aðrar reglur, hóast formaðurin í stýrinum fyri ALS tvíheldur um, at talan er um eina uppsøgn.
- Stjórin hevur valt at royna nýggjar avbjóðingar, tað hava vit tikið til eftirtektar og hava gjørt eina fráfaringaravtalu við hann, ljóðaði nærum retoriska svarið frá Alfred Petersen, tá hann allan dagin í gjár varð spurdur um málið.
Fráfaringaravtalan merkir stjóraløn og –eftirløn í 14 mánaðir, 300.000 krónur í løn fyri arbeiðið fyri Trygdargrunnin, 50.000 krónur til stjóran at brúka til skeiðstilboð av egnum ynski, upp til 62.500 krónur til at gjalda advokatrokningar, umframt annað fryns sum teldu, teldil og telefon. Tilsamans áleið 1,2 millión krónur. Nú fyrrverandi ALS-stjórin er fríttstillaður og skal ikki møta til arbeiðis.
Dýrur stjóri
Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið manna stýrið fyri ALS. Hóast tey harvið umboða ein rættuliga breiðan skarða av føroyingum, og hóast ALS hevur lógartryggjaðan rætt at krevja inn pengar, so hava stýrislimirnir givið sær sjálvum munnkurv og vísa í staðin til stýrisformannin, advokatin Alfred Petersen. Eingin vil leggja navn til nakra viðmerking um málið.
Men fleiri keldur hjá Sosialinum, ið standa stýri og leiðslu nær, vísa á ein leiðslustíl hjá nú fráfarandi stjóra, har pengarnir lógu lætt í mappuni. Sum dømi um hetta verður nevnt stóra føðingardagshaldið 31. august í fjør, tá ALS feiraði sín 20 ára dag. Partar av hesi markering vóru eitt stásiligt hátíðarrit og ein filmur um Arbeiðsloysisskipanina. Samlaða rokningin lá um hálva millión, og sum Sosialurin skilir, vóru tá longu aðrir, meira og minni fyrireikaðir partar av føðingardagshaldinum skornir burtur í síðstu løtu. Samanlagt eru útreiðslurnar til umsiting øktar rímuliga nógv síðstu árini. Sum dømi øktust starvsfólkaútreiðslurnar úr 8,2 milliónum upp í 10,1 milliónir krónur frá 2010 til 2011.
Hvørki stýrisformaður ella nú fyrrverandi stjóri vilja gera nakra sum helst viðmerking til upplýsingarnar um dýra leiðslustílin.
-Hatta havi eg onga viðmerking til, ljóða svarini frá Alfred Petersen og Ernst Jacobsen.
Advokatar um borðið
Alfred Petersen váttar fyri Sosialinum, at sonevnda ”tilgongdin”, ið endaði við gyltu fráfaringaravtaluni, byrjaði í november í fjør. Hóast partarnir mótvegis almenninginum hava lagt dent á góða samstarvið, ið nú natúrliga var komið at enda, so bendir mangt á, at tónin var ein annar handan leiktjøldini. Her vóru tað advokatarnir Annfinn V. Hansen og Jógvan Ellefsen, ið førdu orðið, ávíkavist fyri Ernst og ALS. Alfred Petersen sigur seg enn onga rokning hava móttikið, og Ernst Jacobsen sigur seg ikki kenna upphæddina. Men fráfaringaravtalan sigur greitt, at ALS umframt at rinda fyri egnan advokat eisini skal rinda upp til 50.000 krónur fyri advokatin hjá Ernst Jacobsen, umframt meirvirðisgjald. Tí eru advokatrokningarnar væntandi áleið 100.000 krónur afturfyri stríðið, ið stóðst av at enda góða samstarvið millum stjóra og stýri.
Hvørki Alfred Petersen ella Ernst Jacobsen duga í dag at svara uppá, hví endin á ”góða samstarvinum” skuldi stýrast av advokatum báðum megin borðið.
- Tað er altíð skilagott at tryggja, at øll viðurskifti eru í lagi, er tað nærmasta, ið fæst einum svari frá stýrisformanninum, meðan fráfarni stjórin kategoriskt sendir spurningin víðari til sama stýrisformann.
Hóast báðir partar dúgliga vísa til skrivið frá 4. januar 2013, har Ernst Jacobsen sjálvur segði seg úr starvi, so vil hvørgin parturin siga nakað sum helst um, hvør tók stið til at enda samstarvið, tá einaferð í november í fjør. Spurningurin, hvørt tað var stjóri ella stýri, sum fyrst tosaði um at enda samstarvið, burdi annars verið rímuliga einfaldur at svara. Men svarið frá báðum pørtum er tað sama – ongin viðmerking!
Rímulig avtala
Síðstu árini hevur Arbeiðsloysisskipanin verið so fíggjarliga sperd, at stýrið fyri ALS í mai í fjør kendi seg noytt at traðka hart á bremsurnar. Hægsta útgjald varð lækkað úr 20.000 krónum niður í 17.500 krónur um mánaðin, umframt at aðrar tekniskar broytingar skerdu trygdarnetið undir teimum arbeiðsleysu. Sum stjóri fyri ALS kennir Ernst Jacobsen betri enn nakar annar fíggjarligu støðuna í ALS og harvið orsøkina til, at bremsurnar vórðu høgdar í. Kortini sær hann onga orsøk til, at hann persónliga eisini skuldi víst afturhald, nú hann skuldi royna nýggjar avbjóðingar.
- Nei, tað haldi eg ikki. Avtalan er rímulig, sigur Ernst Jacobsen um tær 1,2 milliónir krónurnar, ið hann tekur við sær úr pengakassanum hjá ALS á leiðini móti nýggju avbjóðingunum.
Fráfarni stjórin metir seg heldur ikki hava nakra moralska skyldu í somáta.
- Hasi bæði tingini hava einki við hvørt annað at gera, ljóðar stutta svarið frá Ernst Jacobsen.
Í samrøðuni vísir Ernst Jacobsen fleiri ferðir á, at tað er vanligt at stjórar gera slíkar avtalur, tá farið verður úr stjórastarvinum. Kortini dugir hann ikki at svara, tá hann verður biðin um at nevna ítøkilig dømi um slíkar fráfaringaravtalur.
- Nei, eg kann ikki nevna nakað dømi fyri tær, ásannar Ernst Jacobsen.
Alfred Petersen hevur somuleiðis ilt við at seta orð á avtaluna.
- Hetta er ein semja, ið vit hava gjørt, og hana standi eg við, sigur Alfred Petersen, sum annars ikki vil útdýpa, hvat tað merkir.










