Nýggi B68 venjarin, Bill Jacobsen, var ikki sligin í gólvið, hóast liðið hjá honum hevði lagt rygg til 5-1 tap á heimavølli.
- Í 1. hálvleiki royndu vit at spæla, og tað hepnaðist væl. Vit fingu eitt mál, og um tað visti væl við, so fingu vit eitt afturat, áðrenn teir fingu hol á. Tað var óheppið, at teir komu á odda so stutt undan steðginum, og tað var harmuligt, at vit gjørdu so nógv persónlig mistøk. Teir fingu fimm mál, og sæð frá okkara sjónarmiði mugu vit staðfesta, at øll málini vóru orsøk av persónligum mistøkum. Tað boðar eisini frá NSÍ dygdum, at teir megna at sekta mistøk.
Tað sær einki serligt út?
- Í botnstríðnum er støðan tann sama, sum hon var undan týskvøldinum. Eg haldi, at vit skulu fokusera upp á góðu løtuna undan steðginum og taka ta royndina við okkum til næsta dyst, sigur Bill Jacobsen.