Mist 900 tons av laksi

Síðani mikudagin hevur eitt alifelag í Norðurnoregi mist fleiri hundrað tons av laksi.

Alistøðin hjá Norwegian Royal Salmon er í Kvalsund í Finnmørkini, og sambært leiðsluni kann støðin hava mist heilt upp í 900 tons av laksi teir báðar seinastu dagarnar.

 

-Tað serliga við hesum er, at so nógvur laksur er deyður eftir so stuttari tíð. Tað byrjaði fyrrapartin mikudagin, og í gjár var tað heilt álvarssamt. Eg havi ikki verið á støðini enn, men eg skilji, at nógvur lasur doyr framvegis, sigur Elisabeth Myklebust hjá fiskasjúkutænastuni í Alta við norska kringvarpið. 

 

Matvørueftirlitið sigur, at tað er einki, sum bendir á, at laksurin er deyður av sjúku, men at tað kanska kemst av viðurskiftum í sjónum. Eftirlitið hevur tikið fleiri royndir, sum nú skulu kannast, men eftirlitið væntar, at allur laksurin á støðini fer at doyggja, sigur KNR.