Sunleif Rasmussen
Yvirskriftin “Misskilt Musikkmótmæli” gjørdi, at undirritaði byrjaði at lesa lesararbrævið hjá Bill Justinussen við alt annað en góðum vónum. Men so skuldi ikki verða. Eg sá einki í brævinum, ið bar brá av yvirskriftini. Heldur tvørtur ímóti.
Bill harmast um, at løgtingslimir ikki høvdu stundir at lurta eftir, hvat musikklærarar høvdu at siga. Hetta var ikki ætlað sum ein mótmælisgonga. Musikklærarar vildu bert ynskja løgtingslimum góða summarfrítíð við vón um, at lógarsmiðir landsins fara at geva trupulleikanum gætur, ið embætisfólk í Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum hava komið musikklærarum í.
Tað er nevniliga so, at teir musikklærarar, ið undirvísa á einum skúla, arbeiða 40 tímar um vikuna, meðan lærarar, ið undirvísa á fleiri skúlum, kunnu t. d. arbeiða 46 tímar um vikuna fyri somu løn. Hetta halda vit er serstakliga órættvíst og eigur ikki at koma fyri í einum framkomnum samfelag í 2007.
Við at blása ein góðan henda seinasta arbeiðsdag løgtingsins vildu vit eisini geva til kennar, at tað kanska gerst neyðugt hjá løgtinginum at leggja uppí og loysa málið.
Týsdagin 12. juni verða undirskriftir handaðar løgmanni. Undirskriftir, ið foreldur at næmingum á musikkskúlum úti um landið, hava samlað saman. Hetta eru foreldur/veljarar, ið eru sera missnøgd við støðuna, ið musikklærarar á smærru plássunum eru komnir í. Her skal leggjast afturat, at smærri pláss í musikksklúlahøpi, eru stór støð sum Fuglafjørður og Runavík.
Undirritaði kann ikki annað enn vera samdur í, at verðandi landsstýrið hevur ikki havt hepna hond, tá ið um musikkskúlan ræður. Haldi tó, at løgtingslimir samgongunnar hava sýnt positivan hugburð við t. d. at atkvøða fyri eykajáttanini, ið Tjóðveldisflokkurin legði fyri tingið fyrr í ár. Eitt samt løgting stemmaði fyri uppskotinum.
Vónandi verður ikki brúk fyri at marsjera meira rundan um løgtingshúsið, men um málið ikki er loyst áðrenn skúlaársbyrjan gerst helst neyðugt at blása enn ein marsj.
Vónandi fara fleiri løgtingslimir alment at stuðla musikklærarum í sjálvsøgdu rættindum okkara at fáa endurgjald fyri tíðina vit brúka at undirvísa á fleiri skúlum.
Við tónlistakvøðu.