Missurin av koyri- kortinum størri revsing

? Tað er í mongum førum lemjandi at hava mist koyrikortið í drúgva tíð og forrent eisini, um tú kanska heilt ert givin at drekka og hevur broytt lívsstíl, sigur Dan R. Petersen m.a. í viðmerkingunum til uppskot, sum hann hevur lagt fram vegna Javnaðarflokkin

ÓLAVUR Í BEITI


Í viðmerkingunum til uppskotið um broyting í ferðslulógini, vísur Dan R. Petersen á, at eitt uppskot toluliga líkt hesum varð av Føroya Landsstýri lagt fyri tingið 30. mars 1993, men táverandi rættarnevnd kendi seg ikki sannførda um, at tað var rætta løtan at gera hesa lógarbroyting í Føroyum, og setti tí einki uppskot fram. Málíð fall sostatt burtur.

Og í 98 legði landsstýrið uppskot fyri tingið um broyting í løgtingslóg um ferðslu, har talan var um fleiri týdningarmiklar broytingar í ferðslulógini, harímillum eisini uppskot um ásetingar um afturvegan av førararættinum í førum, har viðkomandi hevði yvirhildið eina eftiransaða viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu. Men málið fall burtur, sbr. stýrisskipanarlógini, tí tað ikki var liðugt viðgjørt undan valinum.

? Hildið verður, at einki er til hindurs fyri at taka hesa einu lógarbroyting um afturútvegan av førararættinum í ávísum førum til viðgerðar fyri seg. Ein orsøkin til, at tað verður gjørt, er, at henda broyting hevur virkað í Danmark í fleiri ár. Tað førir við sær, at maður/kona t.d. dømd í Føroyum, kunnu flyta til Danmarkar og fáa koyrikortið aftur eftir hálvari tíð, um tey lúka treytirnar. Heldur ikki er nøkur loyna, at tað eru nógv fólk í Føroyum, ið eru sera áhugað í hesum máli. Tað er í mongum førum lemjandi at hava mist koyrikortið í drúgva tíð og forrent eisini, um tú kanska heilt ert givin við at drekka og hevur broytt lívsstíl, sigur Dan R. Petersen í viðmerkingunum.


Riggar væl

Og víðari vísur hann á, at sum er, kanst tú í Føroyum, um tú ert dømdur at sita upp til 60 dagar vegna rúsdrekkakoyring, sleppa frá at sita, um tú í 1 ár hevur verið í einari eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu. Henda skipan, ið hevur virkað síðani 1992, tykist at rigga væl, men frá Kriminalforsorgini, ið umsitur hesa skipan, vita vit, at áhugin hevði verið munandi størri, um reglurnar um afturútvegan av førararættinum eisini vóru galdandi í Føroyum.

? Skipanin um viðgerð fyri rúsdrekkakoyrarar í staðin fyri fangahús varð sett í verk í Danmark í 1990. Orsøkin var hon, at 2/3 av øllum rúsdrekkakoyrarum við fangahúsrevsing vórðu mettir at hava so stórar trupulleikar av rúsdrekka, at teimum tørvaði viðgerð. Úrslitið var so væleydnað í Danmark, at gjørt var av í 1992 at geva møguleika fyri afturútvegan av koyrikortinum við somu treytum.


Føroyingar

einki øðrvísi

Uppskotið fevnir sostatt um tey, ið hava mist koyrikortið millum 3 ár og med alla. Hesi fólk eru vandamikil fyri ferðslutrygdina. Vónin er, at viðgerð í staðin fyri fangahús og afturútvegan av koyrikortinum við ávísum treytum skal hava við sær færri endurtøkur av rúsdrekkakoyring hjá sama bilførara. Danmarks Statistik hevur eftirkannað hetta, og vísir kanningin, at broytingin er hagfrøðisliga týdningarmikil og ikki tilvildarlig. Talið av rúsdrekkakoyrarum er minkað sum heild, og talið av teimum, ið fáa afturstig, er munandi minkað.

? Tað er valla orsøk at halda, at føroyingar skuldu verið øðrvísi í so máta. Sostatt skuldi verið ferðslutrygdarligur fongur í hesi skipan umframt gagn fyri rússdrekkadømda føraran, avvarðandi hansara og arbeiðspláss. Heldur ikki er tað uttan týdning fyri samfelagið, at fangahúsplássini verða spard, tí fólk velja heldur at fara í viðgerð enn at fara inn at sita og so kanska eisini at fáa koyrikortið aftur fyri tíðina. Fyri mong er missurin av koyrikortinum størri revsing enn tað at fara inn at sita.


Siðvenja

Nevndin, ið gjørdi lógaruppskotið, ið lagt varð fram í mars 1998, gjørdi í viðmerkingunum til lógina vart við, at hon var av tí fatan, at ásetingarnar í føroysku ferðslulógini so vítt gjørligt skuldu tilevnast í samsvari við tær samsvarandi ásetingarnar í donsku ferðslulógini.

? Við hesum kann siðvenja hjá danska Hægstarætti nýtast beinleiðis her, og so slepst eisini undan at byggja upp eina serliga føroyska siðvenju, sum hevði verið sera trupult fyri bæði dómstólarnar og ákæruvaldið. Ein harmonisering við danska ferðslulóggávu hevur harafturat tann ágóða við sær, at frádøming av førararættinum sambært føroyskari ferðslulóg uttan himpr verður viðurkent av donsku myndugleikunum, sigur Dan R. Petersen í viðmerkingunum til uppskotið.