Misskiljing forðar fyri týðandi semju

Løgmaður og andstøðan tosa í hvør sína ætt og tí hevur alt ligið stilt

Tað er eftir øllum at døma ein stór misskiljing ímillum samgonguna og andstøðuna, sum forðar fyri eini semju um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Tað verður ofta sagt, at ein nýggj er mest átrokandi málið at fáa framt beint nú. Men hóast tosað hevur verið aftur og fram í fleiri ár, er einki hent enn.

 

Summi vilja hava semju ímillum samgongu og andstøðu fyri at fáa eina nýggja skipan at halda.

 

Men tá ið Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, spurdi løgmann, hvussu gongur við arbeiðnum, kom undan kavi, at málið er fløkt upp í ellubita og tað er ein orsøk til, at einki er hent

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at tað hevur verið hansara greiða fatan, at andstøðan hevur kravt, at hon skal vera vera fullsamd um eina nýggja skipan. Antin er øll andstøðan við, ella er eingin við.

 

- Tí ber ikki til hjá samgonguni at samráðast við andstøðuflokkarnar hvør sær.

 

Hann tekur hetta eisini sum eitt tekin um, at andstøðan vil ikki hava semju um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Bill Justinussen úr Miðflokkinum staðfestir, at samgongan er samd um eina nýggja fiskivinnuskipan og hann heitir á løgmann um at seta hana í gildi

 

Hinvegin vilja hvørki Høgni Hoydal úr Tjóðveldi kennast við hesa fatanina hjá løgmanni

 

- Vit vilja, at flokkarnir skulu sita saman við eitt borð og samráðast í felag, og tað stendur við, sigur Høgni Hoydal.

 

Aksel V Johannesen undrast á, at løgmaður takur eina so stóra avgerð og byggja hana á eina fatan - sum eisini er skeiv.

 

- Vit hava biðið um at øll setast við sama borð at samráðast. Um tað so verður ein, tveir, ella fýra andstøðuflokkar við í eini semju, vita vit ikki, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Hann heldur, at tað er nettupp í samgonguni, at viljin til at finna semju við andstøðuna, er ikki til staðar.

 

Poul Michelsen heldur, at framferðin í hesum máli er stak vánaligt politiskt handverk. Hann heldur, at tað er løgið, at at andstøðan ikki sleppur at síggja, hvat samgongan arbeiðir við

- Eru tit so samd um eina nýskipan, fái tað so avgreitt, segði hann.

 

Jenis av Rana í Miðflokkinum heitir á løgmann at geva Jacob Vestergaard málið aftur, tí tað er einki hent, síðani hann tók málið úr hondini á landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

 

Men hann heldur ikki, at ein blokerandi minniluta í løgtinginum skal sleppa at forða fyri eini semju.

 

Løgmaður sigur afturímóti, er tað ikki eitt krav, at øll andstøðan skal vera við í eini semju, liggur málið øðrvísi

 

Hetta er størsta politiska málið á tingi yvirhøvur. Tí havi eg arbeitt ógvuliga hart fyri eini semju ímillum samgongu og andstøðu, sigur hann

Men hann vísir aftur, at ongin hevur sæð tað, samgongan hevur arbeitt við, tí tað hevur verið tugt og tanlað í tímar og dagar.