Misskilir Maud Wang Hansen við vilja?

Í eini áleypandi blaðgrein sigur Maud Wang Hansen, at eg vil hava røktarstarvsfólk at arbeiða ókeypis. Antin hevur boðskapur mín verið sera illa framborin, ella hevur hon lurtað sera illa

Samrøða mín við Rás 2 varð gjørd í sambandi við eitt orðaskifti á Tingi í farnu viku, har eg vísti á, at vit í Føroyum í ov stóran mun hava innrættað okkara samfelag eftir donskum leisti. Og at vit í ov lítlan mun hava hugsað fram føroyskar loysnir í okkara sosialu skipanir. M.a. vísti eg á, at í Onglandi hava hjálparfelagsskapir og sjálvboðin møguleikar fyri – sjálvandi undir vegleiðing og ávísing frá professionellum starvsfólkum - at luttaka í arbeiðnum at ansa børnum, gomlum og óhjálpnum. Eg havi á ongum sinni sagt, at starvsfólk skulu arbeiða ókeypis, og havi heldur ikki hugsað tann tankan. Men meðan vit umhugsa, hvussu vit í framtíðini halda fast um okkara vælferðartænastur - serliga við atliti at vaksandi talinum av eldri, meðan tey, sum arbeiða, gerast færri - eiga vit ikki at bíða við at hugsa alternativt.

 

Sjálvboðin hjálp er longu, sum Maud Wang Hansen so væl greiðir frá, ein partur av okkara vælferðarskipan. Tí burdi tað ikki verið ein fremmandur tanki at latið dyrnar upp í almannaverkinum fyri felagsskapum og persónum, sum ynskja at veita eina hjálpandi hond uttan viðurlag. Og í tí sambandi vísti eg á, at tað er ikki fremmant fyri føroyingar at taka sær væl av sínum næstu. At Maud Wang Hansen hevur fingið alt annað burturúr hesum viðmerkingum, harmar meg. Tí málið varð ikki ætlað sum ein ábreiðsla á nakran. Vit vita øll, hvussu almenn starvsfólk innan røktartænastuna alsamt mugu renna skjótari fyri at fáa dagin at hanga saman, og er tað neyvan nakar, sum ikki hámetir teirra avrik. Hinvegin er teirra arbeiðsdagur nú mangan vorðin so strævin, at ein hjálpandi hond frá onkrum uttanífrá hevði komið meiri enn væl við. Bæði fyri starvsfólk og brúkarar. Vónandi vil Maud ikki seta seg upp ímóti slíkum møguleikum.

 

Og so nýtir Maud sjálvandi møguleikan at leggja eftir politikkarum. Men hon tykist at vera sera illa upplýst. M.a. setir hon fram afturvendandi ábreiðsluna um, at politikkarar ikki sita dagin langan og lurta eftir hvørjum øðrum. Løgtingið er soleiðis skipað, at flokkarnir hava framsøgufólk í mun til tær nevndir, tingfólkini sita í. Fyri at skipa tingarbeiðið skilagott, er vanligt, at framsøgufólkini luttaka í orðaskiftinum, meðan onnur í tingbólkinum ofta luttaka á nevndarfundum ella fyrireika seg til aðrar uppgávur. Tað fer nógv annað virksemi fram í Løgtinginum enn tað, sum Maud Wang Hansen sær í tingvarpinum. Tað vildi ikki verið skilagóð umsiting av einum tingsessi – og av skattaborgarans krónum – um øll løgtingsfólk brúktu alla tíðina at sita og lurta eftir hvørjum øðrum dagin langan. Og so ber nú til at fylgja orðaskiftinum í øllum rúmum í Løgtinginum, umframt at øll orðaskiftir verða goymd og løgd út á netið.

 

Eisini samanber Maud tingarbeiðið við pedagogstarvið. Eg skilji ikki samanberingina, tí tað ber illa til at samanbera størv. Eitt tingfólk hevur t.d. ongan setanarsáttmála og kann, nær tað skal vera, missa starvið uttan møguleika fyri at kæra avgerðina. Tingmannastarvið verður framt í støðugum almennum ljósi, ikki minst gjøgnum tingvarpið. Tí sleppa eitt nú pedagogar undan. Og hvørjar frynsar og ókeypis tænastur, Maud ákærir tingfólk fyri at móttaka, fari eg vinarliga at biðja Maud um at greiða eitt sindur nærri frá. Tí tað ber ikki til at sleingja um seg við slíkum uppáhaldum, uttan at hava sett seg eitt sindur inn í viðurskiftini.