Rashid Ramzi, sum upprunaliga er úr Marokko, men umboðar Bahrain í frælsum ítrótti, hevur mist gullmerki í 1.500 metra renning, sum hann vann á olympisku leikunum í Peking í fjørsummar, orsakað av einari positivari dopingroynd. Hann er ein av fimm íðkarum, sum eru tiknir fyri at brúka Cera, eftir at dopingroyndirnar frá Peking eru kannaðar av nýggjum. Hini eru David Rebellin úr Italia, Stefan Schumacher úr Týsklandi, Vanja Perisic úr Kroatia og Athanasia Tsoumeleka úr Grikkalandi.