Missir koyrikortið í tvey ár fyri rúsdrekkakoyring

Í morgun bleiv Wayne Rooney í rættinum dømdur at missa koyrikortið í tvey ár umframt at gera samfelagstænastu.

 

Enska fótbóltssjørnan Wayne Rooney má ikki koyra bil næstu tvey árini. Tað avgjørdi dómarin aftan á at Rooney mánadagin játtaði seg sekan í rúsdrekkakoyring í rættinum í Manchester, skrivar BBC Sport.

 

Náttina til 1. septembur bleiv Wayne Rooney steðgaður av løgregluni og ákærdur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

 

Sambært sakføraranum hevur Rooney sent eitt bræv til dómaran, har hann biður um umbering fyri, at hann hevur svikið seg sjálvan, sína familju og sínar fjepparar.

 

Hetta var nóg ikki nokk at fáa dómaran at lata vera við at taka koyrikortið frá fótbóltsspælaranum í tvey ár. Harumframt skal hann gera samfelagstænastu í 100 tímar.

 

Wayne Rooney hevur eina langa fortíð í Manchester United, men legði hana aftur um seg, tá hann í summar skifti til Everton, sum hann eisini umboðaði sum tannáringur.

 

Sunnudagin var Wayne Rooney aftur á sínum gamla heimavølli, Old Trafford, tá Everton tapti 4-0 móti Manchester United.

 

Wayne Rooney er tann mest skorandi spælarin á enska landsliðnum. Hansara seinastu landsdystur var í 2016 og her fyri boðaði hann frá, at tað blivu ikki fleiri landsdystir fyri hansara viðkomandi.

 

/ritzau/