Missiónsmánaður í KFUM og K

Í mong ár hevur samkoman, KFUM og K í Klaksvík, skipað fyri missiónsviku. Men nú er missiónsvikan býtt um við vikuskiftismøtir, sum verða hildin hvørt vikuskifti allan novemburmánaða. Sum nakað nýtt, verður eisini farið út á bygdirnar við gleðiboðskapinum

- Okkurt klókt høvd fann uppá at royna at hava møtini hvørt vikuskifti ein heilan mánaða í staðin fyri eina viku, sum vanligt hevur verið fyrr.
               Hetta sigur Tummas Pauli Mýri, sum er ein av fyriskiparunum av møtunum, sum vikuskiftini í novembur verða hildin í KFUM og K í Klaksvík.
               Møtini hesaferð hava heitið, ?Fylg mær?.
               - Tað hevur eydnast stak væl at havt møtini á henda hátt, og tey hava verið væl vitjaði.

Røkka fleiri

- Ein av fyrimununum við at hava møtini í vikuskiftum heldur enn
eina heila viku er, at tað er lættari at fáa fólk, sum kunnu luttaka við
sangi og talu.
- Eisini røkka vit fleiri, tí nú sleppa eisini tey, sum onkuntíð arbeiða í vaktum, ella eru til sjós, til á okkurt av møtunum, sigur Tummas Pauli.
Í samband við missiónsmánaðin, verður sum nakað nýtt, eisini farið út á bygdirnar í norðoyggjum við gleðiboðskapinum.
               Í kvøld er ætlanin at fara út til Fugloyar og til Mikladals.
Haraldsund og Húsar eru eisini á skránni hetta vikuskifti; har verður møti í annaðkvøld. Møtini verða klokkan 19.30.

Online úr Afrika

Leygarkvøldið verður serstakt møti, har Hilda Viderø Johannesen, fer at greiða frá uttanlands missión. Gimmi Olsen verður online úr Afrika og fer at greiða frá arbeiði sínum sum lærari hjá trúboðarabørnum har.
Sunnudagin klokkan 14.00 verður familjumøti, og á møtinum klokkan 18.00 fer Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, at tala. Sangkórið úr Tabor á Toftum fer at syngja.
               Umframt talu, sang og vitnisburðir, er eisini sosial samvera á skránni, og eftir møtini hugna fólk sær við einum drekkamunni.
               - Í eini tíð, har fólk eru ógvuliga upptikin, og ikki hava stundir at vitja hvønn annan eins nógv og fyrr, er hetta ein týðandi partur í arbeiðnum hjá samkomunum, sigur hann.
               Tað er Pól Jóhannesen trúboðari, sum hevur høvuðsábyrgdina av møtunum í KFUM og K í Klaksvík.
- Tað krevur nógva tíð og orku at skipa fyri slíkum møtum, men tað er stríðið vert, tá vit síggja at arbeiðið ber frukt, sigur Tummas Pauli Mýri at enda við Sosialin.