Porkeri: - Eg haldi at tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit somuleiðis kunnu stuðla arbeiðinum hjá Maureen.
- Tað er gott, at vit eisini kunnu hjálpa til aðrastaðni í verðini, sigur Jóannes Mortensen.
Hann er formaður í stýrinum fyri lokala missiónshúsið, sum við ymiskum tiltøkum ynskir at røkka øðrum við gleðiboðskapinum.
Maureen Clarke er við manni sínum útsend sum trúboðari í Vesturafrika, og plagar at vitja í Porkeri, tá hon er á vitjan heima í Føroyum.
Her í missiónshúsinum hava tey vanliga møtir sunnukvøld og annars tiltøk fyri ymiskar aldursbólkar gjøgnum vikuna. Teirra ynski og vón er framvegis, at fleiri fara at koma til tiltøkini í missiónshúsinum.
- Vit eru ikki altíð so nógv, men eg má bara siga, at møtini hjá okkum eru óalmindiliga góð, staðfestir Jóannes Mortensen.
Missiónshúsið í Porkeri varð vígt á heysti 1933.
Syngja og tala
Hóast missiónshúsið hevur verið í brúki síðani fyrru helvt av tríati’árunum og hevur egið navn “Karmel”, hevur tað ongatíð verið nevnt annað enn “missiónshúsið”.
Stórar vekingar vóru kring landið, og eisini í Porkeri í hesum tíðarskeiðinum. Hetta skapti samstundis eitt ynski um at hava eitt stað í bygdini, har tey kundu savnast til møtir.
- Teir fóru til ein mann, sum átti eitt gott grundøki mitt í bygdini. Eg veit ikki, um teir vóru so vísir í at fáa játtandi svar, men tað fingu teir altso beinanvegin, sigur Jóannes.
Byrjað varð at byggja missiónshúsið tíðliga í 1933, og longu um heystið sama ár, varð tað tikið í nýtslu. Síðani hava verið hildin reglulig møtir í missiónshúsinum.
Møtir eru fast sunnukvøld, og sunnudagsskúli fyrr um dagin. Umframt hetta eru ungdómsmøtir og mikukvøld hava tey savnast regluliga til bønamøti.
- Haraftrat hava vit eitt streingjakór, sum plagdi venja einaferð um vikuna. Eg haldi, at fólk eru sera fegin um møguleikan at kunna syngja soleiðis um Jesus, sigur Jóannes.