Missa sáttmálarætt

Fótbóltur - FC Suðuroy vil hava, at feløg við fíggjarligum trupulleikum ikki skulu sleppa at skriva undir sáttmálar við spælarar

Krøvini til fótbóltsfeløgini, skulu tey fáa luttøkuloyvi til kappingar hjá FSF, eru longu hørð í dag, men stendur tað til FC Suðuroy, skulu krøvini herðast enn meira.
Felagið hevur til aðalfundin í morgin sent inn uppskot um, at feløg við fíggjarligum trupul­leikum ikki skulu sleppa at gera sátt­málar við spælarar, fyrr enn tey kunnu leggja fram ein nøktandi roknskap, og møgu­liga skal slíkum feløg­um eisini áleggjast at minka um lønar­útreiðslurnar beinanvegin.
Í viðmerkingunum til upp­skotið sigur FC Suðuroy, at enda­málið við tí er at fyribyrgja, at feløg gera sáttmálar fyri upp­hæddir, tey ikki eru før fyri at gjalda.