Missa rættindi fyri 60 miljónir

Rækjuskipini vilja nú eisini hava lut í makrelkvotuni. Orsøkin er, at tey missa fyri einar 60 miljónir krónur í fiskirættindum, nú eingin sáttmáli fekst í lag við ES í ár. Tað er Kringvarpið, sum ber hesi tíðindi. Lagt verður aftrat, at teir, sum eiga rækjuskipini, kenna seg rættiliga meint raktar, nú ósemjan um makrelin førdi til, at skipini missa síni fiskirættindi í ES-sjógvi.

Tí vilja rækjuskipini í staðin hava lut í stóru makrelkvotuni, sum Føroyar hava tillutað sær í eginkvotu fyri 2011.

Formaðurin í Felagnum Rækjuskip, Jóhan Joensen, heldur, at rækjuskipini missa fiskirættindi í ár, sum svara til umleið 60 miljónir krónur.

Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum verður einki sagt um, hvar rækjuskipini missa síni rættindi, men hugsandi er, at tað serliga eru mistu veiðirættindini í Grønlandi, sum fara at viga tungt hjá rækjuskipunum í 2011.