Tað eru lokalu fiskiveiðimyndugleikarnir í Ný Foundlandi og Labrador, sum hava kunnað alifelagið Mowi um avgerðina um fyribils at taka aliloyvini frá felagnum.
Sagt verður, at Mowi hevur havt ein deyðleika á 2,6 miljónir fiskar - ella umleið 5000 tons - á alistøðum við Coast of Bays í Ný Foundlandi. Kyst.no, sum skrivar um málið, vísir á, at hetta framgongur í einari børsfráboðan hjá Mowi.
- Deyðleikin hevði sína orsøk í langdrignum hita í sjónum, sum elvdi til ilttrot. Øll loyvini, sum eru tikin aftur, høvdu tilknýti til alistøðir, sum vórðu raktar.
Mowi skrivar í sínari fráboðan, at fyribils afturtøkan av loyvunum fer, soleiðis sum tey hava skilt, ikki at ávirka eftirverandi virksemið hjá felagnum í Ný Foundlandi.
Óhappini í Ný Foundlandi eru tryggjað, og útrokningar hjá Mowi siga, at talan er um tap fyri umleið fimm miljónir evrur - ella stívliga 37 miljónir krónur.
Kyst.no skrivar, at Mowi Canada hevur tilsamans 59 aliloyvi í Kanada (eystur), harav 47 loyvi eru í Ný Foundlandi og 12 í New Brunswick, sum er landslutur í eystari parti av Kanada.
##med2##