- Hetta er eitt mál, sum vit mugu tora at tosa um.
John Johannessen, politiskur formaður Javnaðarfloksins, reisti ein rættiliga umstríddan spurning á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági leygardagin.
Og tað er spurningurin um allar teir nógvu føroyingarnar, sum arbeiða undir ymsum serligum skipanum.
Hetta eru skattaskipanir, sum ávísum førum gera, at teir sleppa lættari skatti. Men í øðrum førum gera hesar serskipanir tað, at teir betala skatt, men at landið so betalir reiðarum skattin aftur í stuðuli.
Undir øllum umstøðum eru hetta skattainntøkur, sum landið og kommunurnar missa, staðfestir John Johannessen.
Sjeyndi hvør føroyingur
Hann sigur, at veruleikin er, at sjeyndi hvør føroyingur hevur onkra serliga skipan, sum førir við sær, at samfelagið missur skattainntøkur.
Talan er um yvir 4.000 løntakarar av teimum 30.000, sum eru í Føroyum, sum ikki rinda skatt eftir sama leisti, sum øll hini.
Men samstundis sum at landið og kommunurnar missa skattin frá hesum fólkunum, fáa tey akkurát somu tænastutilboð frá tí almenna til skúla, heilsuverk og annað, sum øll onnur hava.
John Johannesen stúrir eisini fyri rákinum, sum nú er uppi í tíðini um, at fleiri og fleiri skattir verða gjørdir til brúkaragjøld.
Hetta eru nevskattir, har øll betala líka, sama, hvussu nógv tey annars hava í løn.
- Og tað rakar tey lágløntu harðari enn tey hægri løntu, staðfesti politiski formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Mugu tora
Hann staðfestir, at nú á døgum verður nógv tosað um, hvussu neyðugt tað er at fara undir nýskipanir á ymsum økjum í samfelagnum fyri at at varðveita vælferðarsamfelagið.
Hesum er hann samdur í. Men hann heldur, at tað er ein nýskipan, sum er gloymd og tað er ein nýskipan á skattaøkinum.
- Vit mugu nú sum skjótast undir at endurskoða alla skattaskipanina og útgreina hvussu hon skal vera samansett, so at hon at hon lýkur tey krøv, sum Javnaðarflokkurin setir til eina skattaskipan, har teir breiðastu herðarnir bera tær tyngstu byrðarnar.
Hann segði, at onkusvegna tóktist tað sum um, at javnaðarflokkurin tordi illa at taka hetta málið upp, men tað má gerast, helt hann.
- Hetta er ein serstakliga týdningarmikil partur í strembanini eftir at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið, segði John Johannessen.
Hann leggur afturat, at vit royna at byggja upp eitt samhaldsfast samfelag, har øll vilja gera sítt til felagsskapin.
- Men samhaldsfesti dettur burtur, tá ið vit hava so nógvar serskipanir, sigur politiski formaður Javnaðarfloksins.
Hetta leggur eisini upp til at skeivleiki kemur í aðrar skipanir, tí hjá hóast inntøkan hjá nógvum av hesum fólkum er høg, stendur null á sjálvuppgávuni og tað elvir so eisini til sosial frípláss í barnagørðum og aðrar ágóðar.
Betala ikki limagjald
til føroyska samfelagið
- Skatturin er okkara limagjald til føroyska samfelagið.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, gav John Johannessen rætt, táið hann í aðrari grein her á síðunum, førir fram, at tað eru nógv, sum ikki betala hetta limagjald til føroyska samfelagið.
- Tað er ikki tí, at teir sjálvir vilja sleppa undan, men tí at teir eru endaðir í eini serligari skattaskipan.
Og formaðurin í Javnaðarflokkinum væntaði, at tað er eisini ein trupulleiki hjá tí einstaka, at hann ikki sleppur at taka lut í at betala fyri tað, føroyska samfelagið kostar at reka.
Men hann gav kortini ikki sínum politiska formanni nakra tilsøgn um at endurskoða skattaskipanina.
Dýrt fyri útjaðaran
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, fegnast um, at John Johannessen hevur tikið hendan eyma spurningin upp.
Hon staðfestir, at øll hesi fólkini eru vælkomin í teimum kommunum, tey búgva í.
- Men veruleikin er, at tey flestu av øllum teimum, sum eru undir hesum serligu skattaskipanum, búgva í útjaðaranum og tí kostar hetta kommununum kring landið øgiliga dýrt í mistum skattainntøkum, sigur Kirstin Strøm Bech.
Arbeiða 120 tímar um vikuna
Hendrik Old, fyrrverandi tingmaður fyri Javnaðaflokkin, var ikki serliga fegin um ætlanina hjá John Johannessen um at endurskoða skattaskipanina.
- Hann staðfesti, at tey, sum sigla undir FAS, betala skatt, men teir kunnu ikki gera við, at Løgtingið hevur samtykt eina lóg, har reiðararnir fáa skattin útgoldnan aftur í stuðuli.
Men skal skattafrádrátturin til fiskimenn avtakast, er tað eisini upp á pláss at seta eina lóg í gildi, sum sigur, at fiskimenn bara hava 40 tíma arbeiðsviku, akkurát sum øll hini.
Hann sigur, at veruleikin er, at nógvir fiskimenn hava eina arbeiðsviku upp á einar 120 arbeiðstímar.
Hann helt eisini, at ber heldur ikki til at happa hesi fólkini so illa, tí tey skulu eitast ikki at betala skatt, at tey føla seg noydd at taka til rýmingar av landinum, tí tað er komið fyri.
- Tað er lættasta sak av verðini at avtaka hesar skipanirnar, tí so rýma fiskimenninir av landinum til Noregs, har teir fáa nógv betri umstøður.
Eyðun Johannesen, stuðlaði upp undir Hendrik Old og helt, at teir, sum sigla, kunnu ikki gera við, at danska stjórnin hevur sett eina serliga skattaskipan í gildi.










