Trot á arbeiðsmegi ger, at føroysku flakavirkini missa fleiri hundrað túsund krónur í inntøku, hvønn einasta dag.
Tað vísir ein rættiliga neyv meting, sum fiskivinnan sjálv hevur gjørt.
Fiskivinnan á landi hevur mangan ført fram, at trot á arbeiðsmegi er ein stórur trupulleiki, tí tey fáa ikki virka fisk á flakavirkjunum, sum tey vilja.
Tað eru serliga reinskerarar, sum stórt trot er á.
Men nú er fyri fyrstu ferð eitt tal sett á, hvussu nógv hetta kostar føroysku flakavinnuni.
Missa 300.00 um dagin
Ein uppgerð vísir, at trotið á arbeiðsfólki kostar flakavinnuni í Føroyum minst 300.000 krónur í inntøku hvønn einasta dag.
Men hetta er bara við tí fiski, sum tey arbeiða nú.
Trotið á arbeiðsmegi ger nevniliga eisini, at flakavirkini fáa ikki keypt so nógvan fisk, sum tey vildu og tí er veruligi missurin hjá teimum væl meiri enn 300.000 krónur um dagin.
Tað er Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður og formaður í Sambandsflokkinum, sum avdúkar hesi tølini.
Hann hevur tætt samband við vinnuna, eisini sum gamal fiskaseljari.
- Eg havi verið í sambandi við vinnuna og hon hevur gjørt nágreiniligar útrokningar fyri, hvussu nógv trotið á arbeiðsmegi kostar teimum í mistari inntøku, sigur hann.
Orsøkin til hetta er, at trotið á arbeiðsmegi ger, at flakavirkini eru noydd at virka fiskin minni enn ætlað, ella senda hann heilan av landinum.
- Sostatt fæst ikki tann virðisøkingin burtur úr okkara náttúrutilfeingi, sum vit áttu at fingið og tað er eitt álvarsmál, sigur hann.
Mugu fáa útlendingar
Kaj Leo Johannesen staðfestir tí, at tað er ein tann størsta uppgávan yvirhøvur hjá politikarum, at útvega flakavinnuni arbeiðsmegi, so at javnvág aftur fæst í handilsjavnan.
- Tað er ikki so lítið, sum skal til, tí innflutningurin er nú so stórur, at fyri at fáa javnvág í, skal útflutningurin veksa eina heila milliard. Tað kann ganga at hava hall í nøkur á, men tað gongur ikki í longdini.
- Nú er støðan tann, at øll hjól mala við fullari ferð, men okkara størsta útflutningsvinna bløðir út og tað gongur ikki.
Formaðurin í Sambandsflokkin sigur, at hetta kunnu vit ikki liva við.
- Tí hevur tað so ómetaligan stóran týdning, at Landsstýrismaðurin í innlendismálum setir reiðiliga ferð á arbeiðið at fáa eina skipan, so at vit kunnu útvega flakavinnuni útlendska arbeiðsmegi, har trot er á arbeiðsmegi í Føroyum.
- Í løtuni bløðir okkara høvuðsvinna illa, tí tað fáast rætt og slætt ikki arbeiðsmegi og tað er ein trupulleiki, sum tað hevur bráðskund hjá politiska valdinum at loysa.
Hann er ikki samdur við teimum, sum siga, at vit skulu bara gevast við teirri framleiðslu, sum ikki loysir seg.
- So einfalt er tað ikki. Tað hevur alstóran týdning at vit gera okkum kappingarfør við automatiseringum o.s.fr. Men enn er tann maskinan ikki uppfunnin, sum reinsker eitt fiskaflak.
-Tí hevur tað avgerðandi týdning, at vit fáa útvegað vinnuni útlendska arbeiðsmegi. Og tað skal bera skjótt at. Eg veit, at Landsstýrið arbeiðir við málinum. Men tað má vera skjótt, so at vinnan ikki longu hevur forbløtt, tá ið ein loysn er funnin.
Tí fer Kaj Leo Johannesen nú at skunda undir, at fáa hetta arbeiðið frá hondini og tað fer hann nú at tosa við Landsstýrið um.
- Gera vit onki, er ongin flakavinna í Føroyum um nøkur ár. Tì er spurningurin um vit ikki skulu gera sum okkara kappingarneytar í Íslandi og Noregi, har 70% av flakafólkunum eru póllendingar og aðrastaðni.
Hann heldur, at eitt hugskot er at gera eina FAS-líknandi skipan fyri flakavinnuna.
- Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvat vit vilja við okkara høvuðsvinnu, tí sum støðan er nú, er hon burtur um nøkur ár, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.









