?Missa 1,8 mió. av hækkaðu fólkapensjónini

Borgarstjórin á Tvøroyri, Finnleif Guttesen, sigur, at ætlaða ábøturnar til fólkapensjónistar fara at kosta kommuni 1,8 mió kr. Hetta fer at ganga hart útyvir íløgurnar

Pensjónir
?Ætlanirnar hjá landsstýrinum koma at raka okkum rættiliga meint. Verða ætlaninar hjá landsstýrinum til veruleika, fer at hetta at gera, at vit ikki fara at hava ráð til nakrar stórvegis íløgur, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Á Tvøroyri eru umleið 300 fólkapensjónistar í løtuni. Hesir gjalda allir skatt til kommuna, og hesin kemur serliga inn ígjøgnum grundupphæddina, sum allir pensjónistar fáa.
Landsstýrið ætlar at gera tað soleiðis, at henda upphæddin verður gjørd skattafrí, soleiðis at fólkapensjónistar fáa meiri pening millum fingrarnar.
Finnleif Guttesen heldur uppskotið hjá landsstýrinum vera ógvuliga løgið, tá ið hugsað verður um, hvussu tað stendur til hjá kommunum sum eitt Tvøroyar kommunu.
?Vit hava vent okkum til Fíggjarmálastýrið, men hesir hava ikki kunnað svarað okkum, hvussu nógv ætlaðu broytingarnar fara at kosta okkum. Vit hava tó sjálvir gjørt nakrar útrokningar, sum siga okkum, at vit fara at missa 1,8 mió. hetta árið í mistari inntøku, sigur Finnleif Guttesen.
Hetta heldur borgarstjórin vera rættiliga álvarsamt, tá hugsað verður um, at kommunan hevur sett 2,5 mió av til íløgurnar hetta árið.
Finnleif Guttesen ætlar at taka málið upp í Kommunusamskipan Føroya. Hann heldur ikki, at kommunan vinnur pengarnar innaftur, soleiðis sum landsstýrið hevur havt hug at sipað til.
Finnleif Guttesen sigur tó, at hann er fegin um, at fólkapensjónistar fáa betri kor, tí hetta er nakað tiltrongt, men tað framgangsmátin, sum borgarstjórin hevur hug at kalla púrasta burturvið.
Myndatekstur: ?Vit hava vent okkum til Fíggjarmálastýrið, men hesir hava ikki kunnað svarað okkum, hvussu nógv ætlaðu broytingarnar fara at kosta okkum. Vit hava tó sjálvir gjørt nakrar útrokningar, sum siga okkum, at vit fara at missa 1,8 mió. hetta árið í mistari inntøku, sigur Finnleif Guttesen.