Tá ið danska Miss World kappingin fór av bakkastokki herfyri, var Miss World DK 2012 at síggja í føroyskum kjóla.
Sniðgevin Laila av Reyni hevur av álvara gjørt um seg innan mótaheimin, nú danska Miss World 2012 herfyri var at síggja í trimum kjólum, sum Laila av Reyni hevur gjørt.
Laila av Reyni gekk undir liðini á Miss World DK 2012 hetta kvøldið sum hennara persónligi sniðgevið.
Miss World DK 2012 var í einum kjóla, meðan alt var gjørt klárt, einum øðrum á tí reyða leyparanum, og einum triðja, tá ið hon handaði krúnuna til vinnaran av Miss World DK 2013.









